ÍF setti propp í

Við góðum hugburði og stórum stríðsvilja megnaðu fuglfirðingar at halda tætt og harvið at vinna fyrsta stigið í meiri enn ein mánað, tá ið teir høvdu vitjan av Skála, sum ikki megnaði at spæla seg til upplagdar møguleikar

ÍF-SKÁLA

Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, tóktist tað mest sum, at tað var heimaliðið ÍF, sum hevði vunnið eitt stig, og at tað vóru teir av Skála, sum høvdu mist tvey stig.
Ferðin hevði ikki verið so galin, og hóast spælið størsta partin av tíðini ikki hevði verið nakað at reypa av, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, so var spenningurin stórur og varðveittur alla tíðina.
Hjá heimaliðnum var høvuðssetningurin at binda fyri í verjupartinum, sum hevur likið sum sáldi í meiri enn ein mánað. Miðvøllurin var umskipaður soleiðis, at Eyðolvur R. Petersen var á sentralum plássi saman við Símuni Eliasen, meðan Høgni Zachariassen var fluttur í vinstru, og Gunnar Nielsen, sum avgjørt eigur størri dygdir í verjupartinum, enn hann eigur í framrættaða spælinum, var settur á beinkin. Áki Petersen var nýggjur á høgra vongverjanum, og Rúni Elttør, sum fleiri ferðir hevur verið á miðvallarplássi í vinstru, var hesa ferð vongverji.
Við nærlagni og tøttum markeringum eydnaðist tað ÍF at byrgja uppfyri, at gestirnir av Skála gjørdust vandamiklir í brotsteiginum frammanfyri Allan Joensen, sum aftur hevði fingið uppgávuna at verja ÍF málið.
Skálamøguleikarnir kundu væl og virðiliga teljast á aðrari hondini. Bestu ÍF royndina átti Sylla, sum mannaði álopið saman við Magna á Lakjuni, eftir skjótálop í vinstru. Fleiri vóru framvið at hjálpa honum, men Sylla, sum hevði runnið ikki serliga høgra vongverjan hjá Skála av, royndi sjálvur, og Vlada Filipovic bjargaði.

Bara í løtum
Skálamenn løgdu bragdligari fyri enn teir á heimaliðnum. Bæði fyrstu løtuna í 1. hálvleiki og eisini eitt stutt skifti eftir steðgin megnaðu teir leingi at varðveita bóltin og at hava tol. Nenad og Pætur Dam Jacobsen vóru á sentralu miðvallarplássunum, og í borðunum bjóðaðu Bjarni Jørgensen og Hanus Thorleifsson seg til. Onkra ferðina var um reppið, at tað gjørdist vandamikið, men tað var nær við og næstan.
Í 2. hálvleiki var tvær ferðir um reppið, at Bogi Gregersen fekk sent ímóti málinum, eftir at innlegg vóru komin úr høgru, men Poul Ennigarð og Bartal Eliasen skákaðu fremsta skálamenninar væl.
Í løtunum, tá ið tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá skálamonnum, sást tað væl, at teir høvdu betri grundspæl, enn heimamenninir høvdu tað. Teir fluttu seg fyri hvørjum øðrum, bjóðaðu seg til og tordu at spæla á lítlum økjum, men tað var bara úti á vøllinum, og tað var ikki í longum løtum.
Skálamenn megnaðu ikki at berja nærløgdu fuglfirðingarnar av sær, og hóast nærdystirnir vóru nógvir og tað var fátækt upp á møguleikar, so var tað spennandi og intenst inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Tá høvdu báðir partar spent bogan eitt vet. Gunnar Nielsen var síðstu tíggju minuttirnar á ÍF miðvøllinum, og Sveinur Justinussen var bragdligur, eftir at hann var settur í Skála álopið. Men tað spurdust ikki upplagdir møguleikar burturúr, og so var tað heilt upplagt, at tað endaði málleyst.