Fá sóu Ongland vinna

Bara umleið 290.000 onglendingar sóu enska fótbóltslandsliðið hølva Kroatia av 4-1 í HM-undankappingini mikukvøldið. Orsøkin var, at tær stóru sjónvarpsstøðirnar ITV og BBC vildu ikki rinda tað, sum felagið, ið eigur sendirættindini, vildi hava. Ístaðin fingu fólk ein samandrátt av dystinum seinni um kvøldið.

Úr London frættist, at Gordon Brown, forsætisráðharri, var sera misnøgdur við, at so fáir onglendingar fingu høvi at síggja dystin. Sambært einum talsmanni skal forsætisráðharrin hava víst á, hvussu stóran áhuga onglendingar hava fyri fótbólti, og at tað tí er óheppið, at fólk ikki sleppa at síggja ein tílíkan dyst beinleiðis.

-Eg skilji tey, sum vilja hava at vita, hví tað var so, sigur Brown umvegis talsmannin.