F_rurin á Bor_uni og f_rarnir í Nólsoya

Tórbjørn Jacobsen setti Ovastevnuna í Nólsoy leygardagin

Dagarnir eru farnir at styttast. Kappró_urin, rúsurin og sosiala samveran á summarstevnunum løgd aftur um bak á hesum sinni, nú ta_ líkasum ver_ur tiki_ samanum her úti í Nólsoy, tá i_ bygdarfólki_, avsta_sfólk og ein armada av bátum, í ein sólarring, hevur veri_ ávegis av Ei_i til hesa stevnu, sum nólsoyingar hava skipa_ til minnis um ein av bygdarinnar stóru synum, Ova Joensen. Ma_urin, i_ framdi bragdi_, sum ongin hev_i gjørt undan honum, og sum helst ongin kemur at gera eftir hann. Vi_ berari vøddamegi at flyta seg sjálvan úr heimlandinum til høvu_sborg ríkisins í stórsta listarverki føroyingar nakrantí_ hava skapa_, føroyska bátinum. Kom vi_ skipi til Keypmannahavnar hetta sama kvøldi_, stutt eftir at Ovi hev_i kyst havfrúnna, og megin í róminum duldi ikki, at hetta einmansbragdi_ var søguligt. Tí er hetta ein vakur var_i hansara bygdarmenn hava la_a_ um minni mansins, sum fór heim á tær ævigu vei_iakrarnar, ígjøgnum hitt váta elementi_, stutt eftir ta_, sum kundi veri_ byrjanin til ein føroyskan Thor Heyerdal, eina legendu á heimshøvunum.

Vit eru mangir sum hava mi_a okkum eftir f_rinum á Bor_ini. Tái_ komi_ var til lands av longum lei_um, tái_ lei_in lá til havs aftur og hesi endaleysu kvøldini tái_ ein hevur vála kring um í havnargøtum. Litteratarnir tóku hann eisini til sín. Torni_ vi_ heimsins enda, sum stjørnuskaldi_ undir Var_a rópti hann. Solei_is gjørdist hesin magnfulli viti alkendur í heimi, og nú hoyrdu vit í útvarpinum, at Oddvør fekk hei_ursløn fyri skaldsøguna Sebastians Hús, hari_ krumtappurin er Bor_an og hesi húsini, sum hon flytur ha_ani og inn í høvu_ssta_in. Og her heima er f_rurin ivaleyst best kendur frá vísuni hjá Jóan Peturi, hari_ ungdómarnr vála omaneftir og ni_aneftir í havnargøtum og hari_ teir, i_ so ví_a hava fari_, so lagaliga snakka fljó_ini upp í lag íme_an f_rurin á Bor_ini brestur í eyguni og vakir yvir teirra ger_armálum.

Men f_rurin á Bor_uni er ikki so einsamallur á oynni, sum hann tykist vera ta_ eina myrka vetrarnátt. Nólsoyarbygd hevur fostra_ eitt meingi_ av f_rum, ella vitum, i_ røkka hátt upp í vitskuni hjá øllum føroyingum. Menn i_ hava flutt mørk til landsins frama. Ovi er ein av teimum. Taki aftur íaftur a_rar í fer_ini.

Tjó_arhátí_in fór afturvi_ í vikuni, sum fór. Ólavsvøkan. Hetta klimaksi_, i_ onkursvegna hitar politiska kroppin í føroyinginum, og fær hann at síggja sjónir, i_ bara eru til í ørandi fepuri. Prædikan hjá hvalvíkarpresti, einum fyrrverandi húsahávi úr Thy, gjørdist meira enn eitt intermezzo ímillum løgmansins, og harvi_ samgongunar, politiska vælsignilsi_ fyri teimum samkyndu í Grasagar_i og sjálva løgmansrø_una í løgtinginum.

Onkur spurdi hví nationalistarnir ikki r_mdu úr kirkjuni hendan dagin, tá i_ Mogens Tilsted Christensen gav ríkisfelagsskapinum eitt rættiligt riddaraslag í dómkirkjuni á sjálvari tjó_arhátí_ini. Ongar orsøkir vóru fyri tí. Á ein hátt er hetta besta ólavsvøkuprædikan, i_ nakrantí_ er hildin. Ma_urin skar bara út í papp, hvør i_ politiska stø_an hjá Føroyum er í heimssamfelagnum. Sum eitt av hjálondunum, i_ eftiri eru, í danska imperiinum. Ma_urin tosa_i danskt í eini danskari fólkakirkju. Ta_ var nú ikki meira enn rímiligt. Ba_ fyri ríkisfelagsskapinum á_renn hann ba_ fyri Føroyum. Fyri kongshúsi, stjórn, ríkisumbo_smanni og fólkatingi á_renn hann ba_ fyri landsst_ri og løgtingi og fekk onkursvegna mana hesar 32 tingmenninar og 7 landsst_rismenninar fram sum gekkar í einum tragikomiskum donskum teatri. Hesir, i_ erpnir sum hanar vóru komnir, vi_ sjógv á baki, til Havnar, tí at teir hildu seg umbo_a evsta vald landsins, Løgtingi_, og hitt útinnandi valdi_, Føroya Landsst_ri_. Og tá i_ hann so seg_i hesi vælsigna_ val valdu or_ini: Lad os f.eks. forestille os, at dronning Margrethe var til gudstjeneste her i kirken i dag. Måske ville hun så sidde i en særlig stol skjult for jer i kirken, men alene bevidstheden om hendes tilstedeværelse ville afgjort kaste glans over gudstjenesten. Dronningens herlighed smitter af og stråler ud i rumme som omfatter os, der er til stede. Således er også Guds herlighed, tá mundu fá eygu í hjálandinum vera turr, hjørtuni í teimum flestu ganga kyk og automatisku sjuntarnir á bló_tr_stunum geara seg uppeftir í allari herligheitini. Ikki sørt at hetta gav onkrum assosiatiónir aftur til tey gomlu samfeløgini í Egyptalandi, Mesopotamien, Kina, hjá aztekarunum og inkarunum, í hinum pre-colombianska Amerika og í afrikanskum kongsríkjum hari_ dekretir og diktatir vór_u varpa_i ni_ur yvir fólki_ frá einaveldisharrum, traditiónum og prestaskapinum, i_ søgdu seg vera sta_gongumenn gu_anna, tí_in á_renn grikkar fóru undir at fjasast vi_ hin revolutionera tankan um at koppa pyramiduni á, og geva fólkinum ræ_i á samfeløgunum, sum tey áttu og búleika_ust í. Ein leiklutur sum føroyska fólki_ enn ikki hevur átiki_ sær. Eigur á. Eitt løgi_ konsept má ta_ sigast at vera, at hitt danska demokratii_ hevur sama leiklut í Føroyum, sum faroarnir høvdu í Egyptalandi fyri túsundum av árum sí_ani.

Og tá i_ so løgma_ur løtu seinri hev_i tiki_ sær mót til at rø_a fyri ø_rum enn teimum sum møttu í Grasagar_i kvøldi_ fyri, og bo_a_i frá, at føroyska skútan var løgd fyri íla í tryggari danskari havn, og var_ liggjandi har í nøkur ár frameftir, tóktist alt at vera fullkomi_. Geistligheitin og politiska valdi_ vóru gingin upp í eina hægri eind. Ein hev_i varhugan av, at ekvivalensur var ímillum heilamegina hjá teimum bá_um Mogensi og Jóannesi, alt í ríkisins tænastu. Og nú liggja vit har. Ta_ guvar sáttliga úr roykhanusi frammi á hvalabakinum. Eitt havnaagregat gongur bara, fyri at ljósini ikki skula slókna. Onki er so víst sum ta_, at tjó_skaparmenninir í Føroyum fáa úr at gera í komandi árum.

Men ongin megnar at for_a tjó_arbyggingini. Lei_ini fram til sjálvræ_i. Heldur ikki í Føroyum. Og nólsoyingar hava ikki sta_i_ í aftastu rø_ í so máta. Sum Pløyen amtma_ur sigur í Grindavísuni: "Nolsinger kan man lide på, de tiden ej monne spilde. Udgik at holde til fjelds de gå, og det både årle og silde."

Ein av landsins stóru synum vaks upp í bygdini. Nólsoyar Páll. Fyri tveimum døgum sí_ani vóru ta_ 200 ár sí_ani Royndin Frí_a fór av bakkastokki su_uri á Fløtuni Frí_u í Vági. Fyrsta havgangandi far í n_ggjari tí_ sum var smí_a í Føroyum. Og ein li_ur í bardaganum hjá Pálli at menna korini hjá føroyingum. Ta_ skula heilt serlig evni, dirvi_ og áræ_i_ til at ganga ímóti eini fastlæstari skipan og eini massivari yvirmakt solei_is sum hesin nólsoyingurin gjørdi ta_, og tó at hann líti_ og onki fekk burturúr sínum átøkum sjálvur, so flutti hann nakrar markapelar og gørdist ein l_sandi kyndil fyri komandi ættali_, líka fram til okkara dagar.

Vandin í at nevna nøvn er gloymskan um onkran oddvita sum basti øllum mótgangi. Vann framá og sló_a_i ræsur fyri føroysku tjó_ina. Men Tróndur á Malarenda var ein fínur skribentur, ídag kanska best kendur fyri vísuna: Í Gøtu ein dag, sum hann yrkti til lagi_: Velkommen igen, du Danmarks Fiende og hin vakra sangin: Her er dámligt í Føroyum um krossmessutí_. Og hóast hann mesta partin av lívinum var útlagin, so misti hann ikki stevi_ og samleikin, tíansheldur málsliga førleikan og ta_ sigst at hann onkuntí_ var meginskaldinum, fræga málmanninum, Janusi Djurhuus, hollur veglei_ari í málsligum spurningum.

Ein ma_ur sum vit hoyrdu nógv um í mínum ungu døgum var fuglama_urin og útstapparin Niels á Botni. Eisini eitt serligt fyribrigdi_ í Føroyum. Ein ma_ur sum ví_ka_i mørkini og gjørdi oyggjarnar kendar úti í heimi.

Maria Eide, dygg í mentan, leg_i væl eftir seg og ein tann besti málarin sum tjó_in hevur fostra_ mundi vera slekta_ur hi_ani og hevur vi_ sínum penslastrokum l_st oynna, sum ongin annar kann gera ta_. Steffan Danielsen. Unikkur. Minnist hann frá skúlaárunum í Havn í sjeytiárunum. Ta_ sást á me_fer_ini, gongulagnum, brá_num, at hetta var ein av teimum stóru orginalunum, sagt í lívsins bestu merking. Ta_ skal vera mín vón at gó_ar kreftir taka seg saman og smí_a ein listaskála her úti í Nólsoy, solei_is at málningarnir hjá Stefani, hópur av teimum standa uppi hjá Emil veit eg, fáa ta_ hei_urspláss i_ teir hava uppibori_. Samstundis kundi hetta veri_ ein magnet í eini blómandi fer_afólkavinnu, sum hendan oyggin av øllum, eigur at fáa sín stóra lut í. Og nú eg nevndi Emil. Emil Juul Thomsen. So má eg bara sta_festa, at ta_ er bara ein Emil. Harvi_ er hann eisini ein av hesum positivu orginalunum, sum meira enn teir flestu hava lagt lunnar undir føroysku tjó_ina. Hansara verk er alkent ví_a um lond. Ta_ er ikki meira enn at hann knógvar undir allari tí vir_ing og tí hei_uri, sum fró_armenn og setur og landastjórnir havi lati_ honum í fremmandum londum. Meiri strilti_ hevur gingist í Føroyum, her sum øvundin liggur meira trá enn a_rasta_ir. Men umsí_ir tók Føroya Løgting seg saman, fyri fáum mána_um sí_ani, og veitti honum tann hei_ur, i_ hann meira enn nakar hev_i uppibornan. Ein úrmælingur, hvørs lívsverk er skapa_ av alski til føroyskt mál og til ta føroysku tjó_ina, tí man ta_ kennast sum brennandi svullur hjá hesum hugdjarva manni at prædika ver_ur aftur á donskum í føroyskum kirkjum, at sjónvarpslei_slan ætla_i at umskipa landsrásina til ein danskan fylgisvein og fyri alt ta_, at samgongan hevur lagt tjó_skaparskútuna fyri íla aftur í tryggari danskari havn.

Nólsoyggin er fyritreytin fyri at høvu_ssta_urin er har, i_ hann er. Nú ver_ur alt ein kommuna. Og fólkatali_ sær út til at halda stand, eitt sjaldsamt fyribrigdi_ á útoyggj ídag. Men her eitt ríkt lív. Ímillum menniskju, í bø, haga, bjørgum og á sjógvi. Oyggin hevur fostra_ eitt ótal av gó_um sjófólki og hesi seinastu árini tykist ta_ sum um, at hon er vor_in eitt slag av einum metropoli, einum slaraffenlandi, hjá evnaligum tónleikarum. Her fáa teir íblástur. Sangarar, guitaristar, trummusláarar og keyboardspælarar. Og ta_ frættist, at bygdin er á tremur av dugnaligum kjallaraorkestrum, sum vit helst fara at hoyra meira til í framtí_ini.

Ta_ sigst at ta_ ongasta_ni í landinum eru so nógvir orginalar sum í Nólsoy. Uppá seg. Og ta_ er gott. Tann dagin orginalarnir doyggja út í Føroyum, tá ver_ur gerandisdagurin tristur, gráur og tungur at koma ígjøgnum. Kopiini fylgja bara tropp, flyta ikki mørk eins og orginalarnir, naka_ sum er ney_ugt skal samfelagi_ mennast. Tí mega vit ansa eftir at vøggustovu- & barnagar_skultururin ikki gerst ein mainstream í_na_ur hari_ alt kemur útaftur í hinum endanum vi_ einum nummaspjaldri_ á rygginum og ongum serligum frábrigdum. Og tit mega svørja ei_ vi_ allar a_rar føroyingar, at tit ongantí_ sleppa hesi fantastisku dialektini, sum er so lívgevandi, og sum gevur sjálvt eini rockfløgu hjá Moirae eina serliga dimensión, hugsi serliga um hin vakra sangin Lognbrá, hari_ Kim í besta Elton John stíli syngur um malar"grauti", íme_an fingrarnir so sme_i_ og lættliga fúka eftir klaviaturinum.

Nólsoyingurin vann ikki føroymeistaraheiti_ í kappró_ri í ár. Tíanverri. Næst eftir Eysturoyinginum havi eg altí_ hildi_ vi_ 10-mannafarinum hi_ani. Og ta_ kemur ikki av ongum. Tí man eg vera bo_in higar ídag. Ein partur av bló_inum kemur hi_ani. Men hegni_ og eygamáli_ hjá oldurabbanum fall mær ikki í lut. Eri sum kúgv í trappu tá i_ ta_ kemur til handverk. Men hendurnar á Jóhan í Gar_i mundu liggja naka_ væl á takinum. Skyldma_urin Hans Pauli í Hvannasundi, sum var abbasonur hansara, sigur í endurminningum sínum, at nólsoyingar søgdu honum, at okkara felags forfa_ir skuldi smí_a omanfyri 900 bátar tilsamans. Tá i_ hann var 97 ára gamal helt hann seg hava arbeitt nóg miki_ og leg_i seg upp í lokrekkjuna at doyggja. Mettur av døgum. Hann var giftur vi_ Suffíu Augustinusdatter undan Gøtuei_i, sum Viderø sigur um í Eysturoyar Saga, at tá i_ hon á Jóansvøku fór ni_an á Stø_lafjall at dansa, tá hekk mykja uppi í klæ_um hennara. Hon hev_i svá skunda sær í fjósinum at mjólka og sópa til tess at fáa hini aftur. Og dansurin, føroyski dansurin, hevur eisini sína serligu søgu í Nólsoy. Bor_in fram ígjøgnum ættarli_ini. Hesin d_rur arvur. Meginsúlan undir tí málsliga førleika, sum er lívæ_rin í samleikanum, i_ ger, at menniskju yvirhøvur búgva og virka í hesum landinum, eisini her úti í Nólsoy.

Tá i_ oldurabbin var komin naka_ væl upp í árini sendi Jóannes Bóndi honum hesa yrkingina, ella heilsanina, sum hann sjálvur hev_i sett saman:

Skeggi_ gránar, sjónin viknar,
kropna kongar, holdi_ bliknar,
enn er tú tó kappin hin rammi.
Frá tí tú seym á høvdi_ slóg,
frá tí tú knív úr slí_ra dróg,
stó_st tú í bátssmí_i frammi.

Meistari var tú av øllum í vali,
bátar tú smíddi í hundra_ tali,
hvør bar av ø_rum betri.
Nú kvø_i eg tær hei_ursljó_,
fyri títt verk takkar Føroya tjó_,
Nú ævin tín stundar mót vetri.

Sonur Jóhan, langabbi mín, Poul Niklái Danielsen, sum eisini var bátasmi_ur og harumframt skipari, útger_arma_ur og hev_i sín egna skiparaskúla, flutti inn á Skálafjør_in at búgva og solei_is kom slektin innaftur tann vegin.

Havi nevnt nakrar vitar, sum Nólsoyggin hevur fostra_, og teir eru uppaftur fleiri, sum hava veri_ sló_arar og hava veri_ vi_ til at lyft og ment tjó_ina fram til ta_, sum hon er ídag. Ovi er farin, men bragdi_ hann framdi á føroyskum kjøli ver_ur ongantí_ gloymt. Tí er ta_ tykkum ein hei_ur, at skipa_ ver_ur fyri hesum átaki_, i_ kann menna trivna_in hjá bygdarinnar ungdómum. Solei_is at teir mennast til mans og kunna gera Føroyar til ein kappingarføran part í tí pulserandi alheimi sum s_gur alt lív at sær. Vitin á Bor_ini ver_ur eisini standandi, men hann er ikki torni_ vi_ heimsins enda sum William Heinesen fabulera_i um í sínum barnaárum, hann er bara fráfaringarrampan út í ein stóran heim, sum kanska stendur og bí_ar eftir uppger_ini vi_ faraoararnar í Keypmannahavn og eftir at veruligt fólkaræ_i ver_ur skipa_ í landinum - á føroyskum grundvølli sjálvandi. Alt anna_ eru and- & tvørsagnir, i_ ikki hilnast og sum ongi beitisrættindi eiga. Hvørki her ella a_rasta_ir. Hervi_ er Ovastevnan 2004 sett.