Bert 17 ára gamli Rógvi Holm hjá AB er eitt av stóru talentunum í føroysku kappingini, og hann leikti ein góðan dyst í miðverjuni hjá AB. Hann heldur, at málini hjá Santos avgjørdu dystin.
- Alex setur tvey fantastisk fríspørk í netið tíðliga í dystinum, og eg haldi hetta sendir okkum niður við høvdinum. Tá er trupult at koma aftur, staðfestir Rógvi.
- Uppleggið hjá okkum var ikki at liggja í bíðistøðu. Vit skuldu bara inn at berjast fyri sakini, men eg haldi vit skaptu alt ov lítið.
Ringt er at lata vera við at spyrja, hvussu ein niðurflytari nú skal motivera seg.
- Tað er bara at halda hýrin góðan, møta upp til venjing og vinna restina. Tað er frægari at flyta niður við æru, sigur Rógvi, sum fyrr í vikuni var og royndarvandi við Reading, har tað gekk honum væl.








