Óført fiskarí

Týskir stuttleikafiskimenn hava havt gott fiskarí við tráðu á Arnarfirði í Íslandi í seinastuni. Eitt ferðalag, sum júst hevur vitjað í bygdini Bildudali, fekk ikki minni enn 9.200 pund. Nógv tað mesta var toskur, og nakrir rættiliga stórir vóru uppií. Eitt nú vigaði tann størsti 44 pund, skrivar blaðið Vísir. Blaðið leggur afturat, at veðrið hevur verið týsku stuttleikafiskimonnunum til vildar. Fiskimenninir kunnu leiga bát og tráður í Bildudali.