Færri tilboð í heilsuverkinum

Játtanin til serviðgerð uttanlanda gerst støðugt dýrari, og tí er neyðugt at endurskoða lógina og áseta eitt loft yvir, hvørjar viðgerðir á sjúkrahúsum uttanlanda, føroyska heilsuverkið vil gjalda fyri. Tað sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum kann staðfesta eina meirnýtslu á hesi játtan uppá 20 milliónir krónur, sammett við játtanina á fíggjarlógini.

Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, noyðist at biðja løgtingið um 20 milliónir krónur afturat, til at gjalda fyri ta viðgerð, ið føroyingar fáa á sjúkrahúsum uttanlanda. Talan er um viðgerðir, ið føroyska heilsuverkið ikki sjálvt megnar at bjóða.
Føroyska sjúkrahúslógin heimilar yvirlæknum at senda sjúklingar til Danmarkar til viðgerðar, um so er, at viðgerð ikki kann veitast í Føroyum. Tilsamans 60 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini í ár til endamálið. Men nú árið fer at halla, vísir tað seg, at samlaða rokningin fyri at senda føroyingar til viðgerð uttanlanda kemur upp á 80 milliónir krónur.
Bill Justinussen vísir á, at sjúkrahúslógin heimilar yvirlæknum at senda sjúklingar og avvarandi uttanlanda, gerst tað neyðugt, og tí slepst ikki undan at játta 20 milliónir afturat til hesa konto í ár. Landsstýrismaðurin í heilsumálum vísir á, at samsvar er ikki millum heimild og ábyrgd á hesum øki, tí meðan tað er læknin, sum avgerð, hvussu nógv skulu sendast av landinum at fáa viðgerð, so er tað landsstýrismaðurin, sum hevur fíggjarligu ábyrgdina. Bill Justinussen leggur afturat, at sum lógin er smíðað, so gevur hon læknunum óavmarkaða heimild at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar, tá teir meta tørvin vera til staðar. Henda heimild bindur landskassan til at gjalda rokningina, eisini um hon fer uppum játtanina á fíggjarlógini.
Og tað eru hesi viðurskifti, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær at broyta. Hann vísir á, at lógin skal broytast, so samsvar er millum tann, ið tekur avgerðina, og tann, ið hevur fíggjarligu ábyrgdina. Sum dømi um eina loysn nevnir Bill Justinussen at ein nevnd, millum annað umboðað við læknum og myndugleikum, kundi gjørt av, hvør skal fáa viðgerð uttanlanda. Henda nevnd skuldi so eisini havt ábyrgdina av, at játtanin verður hildin. Bill Justinussen ásannar tó, at tíðun kann vera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, neyvt at áseta eina játtan til hetta øki.
- Tað fer altíð at vera trupult at halda seg til játtanina, tí her er talan um eitt øki, har nýggir og betri, men ofta eisini dýrari, viðgerðarháttir verða mentir, umframt at tað kann kann vera misjavnt, hvussu nógv fólk hava tørv á viðgerð, vísir Bill Justinussen á.

Fólk skulu sjálvi gjalda
Í Heilsumálaráðnum verður í løtuni arbeitt við at broyta sjúkrahúslógina, so avgerð og fíggjarlig ábyrgd verða tvinnað saman. Tað vil siga, at myndugleikin, ið sendir sjúklingar av landinum, eisini hevur ábyrgdina av at halda játtanina. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er at finna út av, hvar tænastustøði í føroyska heilsuverkinum skal liggja. Ella við øðrum orðum: hvørjar viðgerðir, ið føroyingar fáa uttanlanda, heilsuverkið skal gjalda fyri, og hvat fólk sjálvi skulu gjalda fyri. Hetta eru spurningar, ið Bill Justinussen vil hava reistar í løgtinginum.
- Vit eru í dag í tí støðu, at játtanin til serviðgerðir uttanlanda bara hækkar og hækkar. Tí noyðist løgtingið at siga, hvat vit hava ráð til, og hvat føroyska heilsuverkið skal bjóða í framtíðini, sigur Bill Justinussen.
Sjálvur er landsstýrismaðurin longu farin í holt við at kanna, hvussu til ber at tálma nýtsluni av serviðgerðum, ið føroyska heilsuverkið keypir uttanlanda. Hann nevnir tvey dømi um viðgerðir, har heilsuverkið, tvs. landskassin, í dag betalir fyri viðgerðina, og tí eru ókeypis fyri brúkaran.
- Í dag rindar heilsuverkið millum annað fyri at fólk, ið ikki kunnu gerast við barn, kunnu fáa ísáðing ella »kunstig befrugtning« í Danmark. Hetta er ein viðgerð, ið kanska kostar umleið 40.000 krónur, men sum er ókeypis fyri brúkaran. Her mugu vit spyrja, hvørt tað er rætt, at føroyska heilsuverkið skal gjalda, ella at brúkarin sjálvur skal gjalda fyri hesa viðgerð, eins og gjørt verður t.d. í Norra, vísir Bill Justinussen á, og nevnir sum annað dømi, at heilsuverkið í dag rindar fyri at fólk, ið eru sera sjónveik, kunnu fáa ókeypis eygnaviðgerð í Danmark.
- Vit noyðast at seta okkum sjálvum spurningin, hvørjar tænastur heilsuverkið skal gjalda, og hvat fólk sjálvi mugu gjalda. Í dag er játtanin til serviðgerðir uttanlanda nærum at rokna sum ein »blanco-checkur«, av tí at vit politiskt ikki hava gjørt okkum greitt, hvar tænastustøðið í heilsuverkinum skal liggja, sigur Bill Justinussen.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur dent á, at tá talan er um akuttar viðgerðir, so skal sjálvandi eingin ivi vera um, at viðgerðin uttanlanda skal vera ókeypis. Men neyðugt er at gera sær greitt, hvussu nógv tað almenna megnar at gjalda til viðgerðir uttanlanda. Bill Justinussen metir kortini ikki, at hansara ætlan beinleiðis fer at lækka tænastustøði, ið føroyska heilsuverkið bjóðar fólkinum.
- Tað er ein spurningur um at leggja eitt støði fyri, hvat vit megna at gjalda. Av tí at nýggj viðgerðartilboð av ymsum slag koma alla tíðina, kann tænastustøðið so við og við gerast sera høgt, og harvið eisini rokningin til landskassan, skulu øll tilboð vera ókeypis. Tí mugu vit gera okkum greitt, hvat vit hava ráð til at gjalda fyri, sigur Bill Justinussen.