Færri útgávur frá 3'aranum

Útgávufelagið lagar seg eftir tí, sum føroyski fløgukeyparin klárar at taka ímóti. Tutl ætlar at halda fram við somu ferð

Tað hevur verið nærum ein endaleysur streymur av føroyskum fløgu seinnu árini. Stór útskifting hevur verið á hillunum, har nýggjur føroyskur tónleikur vanliga stendur í fløgusølunum.

Men tað verður ikki útgávufelagið 3'arin, sum framyvir fer at syrgja fyri, at føroyski fløgumarknaðurin verður yvirfloymdur við fløgum.

3'arin hevur avgjørt at repa seglini, og tí koma tað færri útgávur frá felagnum nú.

- Vit hava skrúvað niður fyri blussinum, og verður tað neyðugt at skrúva meira niður, so gera vit eisini tað, sigur Høgni Zachariasen, leiðari av tónleikadeildini hjá 3'aranum.

- Vit mugu hugsa um, at ein útgáva skal bera seg, og tí nyttar ikki at útgeva eitt endaleyst tal á fløgum. Vit mugu geva færri fløgur út og so satsa meira upp á tær, sigur hann.


Nøvn sum selja

Nýggi politikkurin hjá 3'aranum sæst aftur á jólamarknaðinum í ár, tí felagið gevur bara fýra fløgur út, afturímóti tí meira enn tvífalda talinum hjá Plátufelagnum Tutl.

Og á útgávunum hjá 3'aranum sæst eisini, at teir undan jólum útgeva fløgur, sum kunnu standa seg í hørðu kappingini við allar hinar fløgurnar.

Fríggjadagin kemur fyrsta fløgan hjá Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen, sum vanliga selja nógv eintøk. Í síðstu viku kom barnafløga við Jensinu Olsen. Magni Christiansen hevur gott tak á teimum, sum keypa andaligan tónleik, og rockbólkurin I am úr Klaksvík er eitt spennandi nýtt navn, sum nú kemur við síni fyrstu fløgu fyri jól.

- Vit fara at geva út tað talið av fløgum, sum vit makta. Vit verða noyddir at hugsa um, at vit skulu vinna pengar burtur úr fløguútgávunum, sigur Høgni Zachariasen.


Tutl fegnast um gongdina

Plátufelagið Tutl, sum er størsti útgevarin í landinum, hevur ongar ætlanir um at seta ferðina niður, hóast føroyski fløgumarknaðurin er á tremur við føroyskum tónleiki.

Í ár gevur Tult 26 fløgur út, og tað er tað mesta nakrantíð.

- Ístaðinfyri at síggja vandan í nógvu útgávunum, haldi eg, at vit skulu fegnast um, at so nógv lív er í føroyskum tónleiki, sigur Kristian Blak, stjóri í Tutl.

- Hvørja ferð ein føroyskur tónleikari hevur verið í upptøkuhølunum, hevur hann lært nakað og er vorðin betri. Tí eru allar hesar útgávurnar við til at hækka um støðið á føroyskum tónleiki, og tað er neyðugt, skulu vit hava størri møguleika fyri bróta ígjøgnum í útlandinum.

Tutl fer at hava átta nýggjar fløgur við í jólasøluni í ár, og millum nøvnini eru Internal Healing, Kristina Heldarskarð og Jens Mortan Mortanson.

- Stóra breiddin er í føroyskum popptónleiki, men vit geva eisini út fløgur av øðrum slagi, so sum fólkatónleik, eksperimenterandi tónleik, klassiskt og spælimanstónleik, sigur Kristian Blak.


Sølan hevur týdning

At 3'arin nú hevur girað niður kemst fyrst og fremst av søluni av føroyskum fløgum. Fyrr var ikki óvanligt, at ársins mest selda fløga seldi fleiri túsund eintøk, men tað kemur næstan ikki fyri longur.

Í ár hava higartil mest seldu fløgurnar - sum eru Aria, Ragnar í Vík og Prix Føroyar - selt nakað omanfyri 1000 eintøk.

- Fer ein toppseljari í Føroyum fram yvir at selja gott túsund eintøk, ja, so mugu vit laga okkum eftir tí. Kanska er marknaðurin mettaður í løtuni, sigur Høgni Zachariasen, leiðari á tónleikadeildini hjá 3'aranum.

- Stóri áhugin, sum fyrr var fyri øllum føroyskum útgávum, er burtur. Ungfólk síggja ongan mun á eini føroyskari og útlendskari útgávu, og tí krevur tað eisini, at góðskan á føroysku útgávunum er eins góð og á teimum útlendsku.

Plátufelagið Tutl er ikki so illa við av gongdini á føroyska fløgumarknaðinum.

- Tað eru ikki allar útgávur, sum selja beinanvegin, men tað hevur einki at siga, um fløgurnar kunnu selja eitt sindur allatíðina, sigur Kristian Blak.