Montenegro hevur søkt um limaskap í Evropasamveldinum, og higartil hevur ein stórur meiriluti av fólkinum tikið undir við, at landið skal fara upp í ES. Men nú vísir ein meiningakanning, at áhugin fyri limaskapi er víkjandi.
Tann nýggja kanningin vísir, at 62 prosent taka undir við umsóknini um limaskap. Tað er átta prosentstig minni enn í einari tilsvarandi kanning í fjør. Tann víkjandi undirtøkan hevur fingið stjórnina at biðja ES framskunda samráðingarnar, so tær kunnu byrja tann 12. oktober.
Samstundis vísir kanningin, at bara 31 prosent taka undir við, at Montenegro skal fara upp í verjusamgonguna NATO.