Nú er arbeiðsloysið í Føroyum 2,4 prosent.
Tað sigur Hagstovan í eini nýggjari uppgerð yvir gongdina í arbeiðsloysinum.
Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið 2,8 prosent. Í dag eru tað sostatt 684 fólk í Føroyum, sum eru arbeiðsleys, og tað eru 113 fólk færrin enn í fjør.
Annars er ikki stórvegis munur á, hvussu nógvir menn, og hvussu nógvar kvinnur eru arbeiðsleys. Hjá monnum er arbeiðsloysið 2,1prosent og hjá monnum er tað 2,7 prosent.
Minsta arbeiðsloysið var í 208, tá ið bara einir 350 føroyingar vóru arbeiðsleysir.