Færri mótmæla hvalaveiði

Altjóða herferðin ímóti norsku hvalaveiðini er at kalla tagnað, og tí hava myndugleikarnir nú gjørt av at flyta "málsøkið" úr uttanríkisráðnum til fiskimálaráðið

Fleiri lond mótmæltu, tá norðmenn tóku hvalaveiðina uppaftur í 1993 bara fá ár eftir, at Altjóða Hvalaveiðinevndin samdist um at banna allari vinnuligari hvalaveiði. Táverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, helt, at norska avgerðin var av slíkum slagi, at tað hevði verið rættvíst at sett tiltøk í verk ímóti landinum. Avleiðingin var, at norskar vørur vórðu boykottaðar í fleiri londum, og kend fólk sum Brigitte Bardot og Paul McCartney fóru upp í bardagan ímóti "teimum norsku villmonnunum".

Í Oslo hevur uttanríkisráðið havt uppgávuna at svara teimum nógvu mótmælunum. Men í dag eru mótmælini munandi færri, og tí hevur stjórnin gjørt av at flyta "málsøkið" úr uttanríkisráðnum til fiskimálaráðið, sum umsitur tilfeingið í havinum - eisini hval.


Sakligt samskifti gjørt mun
Teir útlendsku diplomatarnir í Oslo hava eisini varnast, at altjóða samfelagið hevur ikki so stóran áhuga fyri teirri norsku hvalaveiðini longur. Wikileaks hevur kunngjørt eina frágreiðing, sum amerikanska sendistovan í Oslo sendi til Washington, og sum Aftenposten hevur hugt ígjøgnum. Har staðfestir sendistovan, at í dag stríðast teir norsku hvalaveiðimenninir ikki við mótmæli ella mótmælisfólk, men við minkandi eftirspurning eftir tvøsti.

Í norska uttanríkisráðnum halda tey, at tað er einum áhaldandi og sakligum samskifti fyri at takka, at mótmælini ímóti norsku hvalaveiðini eru at kallað tagnað.

-Okkara argument um, at hvalaveiðan byggir á eitt vísindaligt grundarlag og er burðardygg, hevur vunnið frama, sigur Karsten Klepsvik í uttanríkisráðnum við Aftenposten.

Størri kvotur
Síðani miðskeiðis í nítiárunum hava norðmenn veitt sildreka, og tann árliga kvotan er vaksin úr umleið 300 hvalum miðskeiðis í nítiárunum í 1.286 hvalir í fjør og í ár. Norðmenn siga, at stovnurin tolir væl kvotuna. Teir vísa á, at sambært teimum vísindaligu metingunum eru meiri enn 81.000 sildrekar í Norðsjónum, fram við norsku strondini, við Svalbard og í Barentshavinum.

Landsbúkaparliga hevur hvalaveiðan lítlan og ongan týdning fyri Noreg. Hvalabátarnir eru umleið 30 í tali, og sambært einari frágreiðing í fjør liggur veiðivirðið millum 20 og 25 milliónir krónur um árið.

(Kelda: Aftenposten)