Støðugt færri danir halda ella keypa tey donsku dagbløðini í leysaaølu, og hendan gongdin hevur gjørt, at nú verður einki danskt dagblað prentað í meiri enn 100.000 einstøkum. Tað skrivar Berlingske.
Politiken, sum er tað størsta dagblaðið í Danmark, verður prentað í 97.820 eintøkum. Fyri bara tveimum árum síðani var upplagið oman fyri 120.000. Jyllands-Posten var leingi tað størsta dagblaðið við meiri enn 120.000 eintøkum, men nú er upplagið komið niður á 97.481.
Berlingske, sum er tað elsta dagblaðið í Danmark, er nú triðstørst við stívliga 90.000 eintøkum um dagin.