Færri handlar men meiri søla

Klaksvík: Síðani Norðoyatunnilin lat upp í 2006 er umsetingurin hjá handlunum í býnum vaksin við 50 milliónum krónum – úr 200 milliónum í 2005 til 250 milliónir krónur í fjør.

- Hetta er sjálvandi ein rættiliga stór øking. Serliga tá ein hugsar um, at tað eru sjey handlar færri nú enn tá, sigur Magnus Arge, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag.

Hetta staðfestir hann, eftir at Klaksvíkar kommuna lat gera eina greining av handilslívinum. Og her kom ein eisini fram til, at fermetrartalið er økt við 3000, heilt upp í 10.000 fermetrar hesi árini.

Orsøkin til økingina er fyrst og fremst hon, at fleiri stórir handlar eru komnir til býin, aðrir eru útbygdir og úrvalið er munandi økt hjá uppaftur øðrum.

- Fleiri handlar hava eisini betri góðsku, - so góða, at hetta svarar til danskar standardir. Og tað sigur ikki so lítið, slær Magnus Arge fast.