Færri enn 500 føroyingar arbeiðsleysir

Arbeiðsloysið í Føroyum blívur við at minka, sigur Hagstovan.

Færri enn 500 føroyingar eru arbeiðsleysir, sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni.

 

1. juli í ár vóru 480 fulltíðararbeiðsleys í Føroyum, sum er 196 fólk færri enn sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan. Hetta svarar til 1,7%. Í juni var arbeiðsloysið 1,8% og í juli í fjør 2,4%.

 

Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,5% og hjá kvinnum 2,0%. 219 menn eru fulltíðar arbeiðsleysir og 268 kvinnur. Tað eru 19 menn og fýra kvinnur færri enn í juni. Samanborið við juli í fjør, er talið á arbeiðsleysum monnum minkað við 88 og á kvinnum 116. Tað er serliga síðani apríl í ár, at arbeiðsloysið hjá kvinnunum er minkað. Í apríl vóru 327 arbeiðsleysar kvinnur, í mai 308, í juni 272 og í juli 268.