Talið á ferðsluvanlukkum minkar støðugt í Danmark. Síðani á nýggjárinum hava 115 fólk latið lív í donsku ferðsluni, og tað er nógv minni enn í sama tíðarskeiði fyri tveimum árum síðani, tá ferðsluvanlukkur kravdu 190 mannalív.
Anders Rosbo, sum er stjóri í Sikker Trafik, sigur við danska kringvarpið, at tað er ikki bara í Danmark, at færri fólk doyggja í ferðsluni.
Gongdin hevur verið tann sama aðrastaðni í Evropa í ár, og Anders Rosbo heldur, at fíggjarkreppan kann vera ein orsøk, tí munandi færri bilar eru á vegunum enn fyrr, sigur stjórin í Tryg Trafik við DR.










