Færri aðalráð í Íslandi

Íslendska Altingið samtykti fyrrapartin eitt uppskot frá Jóhonnu Sigurðardóttur, forsætisráðharra um at broyta stjórnarskipanina, so aðalráðini verða tvey færri enn nú. 28 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, 21 atkvøddu ímóti, og ein tingmaður atkvøddi ikki.

Broytingin hevur við sær, at ístaðin fyri ídnaðarmálaráðið, fiski- og landbúnaðarmálaráðið, umhvørvismálaráðið, fíggjarmálaráðið og búskapar- og handilsmálaráðið koma vinnu- og nýskapanarmálaráðið, umhvørvis- og tilfeingismálaráðið og fíggjar- og búskaparmálaráðið. Við hesari umskipan verða aðalráðini átta ístaðin fyri tíggju.

Forsætisráðharrin skal nú gera endaliga reglugerð at leggja fyri forsetan.