Ráðstevna
Christiansborg: Um ein góðan mánað verður føroyskur trygdarpolitikkur settur á breddan á Christiansborg. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur tikið stig til at skipa fyri einari ráðstevnu við heitinum “From Ice to Power”. Endamálið við ráðstevnuni er at kasta ljós á trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi í framtíðini, og sum partur av Norðuratlantshavinum fara Føroyar eisini at koma undir sjóneykuna.
Frameftir
Norðuratlantsbólkurin metir, at týdningurin av Norðuratlantshavinum undir tí kalda krígnum hevur verið viðgjørdur í ríkiligt mát, og tískil ynskir bólkurin at seta ljóskastaran á framtíðina- og ikki fortíðina. Bólkurin ásannar, at trygdar- og verjupolitiska støðan hjá londunum í Norðuratlantshavi er nógv broytt síðan kalda kríggi. Hetta sæst millum annað aftur, nú NATO er við at rigga av í Føroyum og amerikumenn ikki tykjast at leggja sama týdning í bæði Ísland og Grønland.
-Londini í Norðuratlantshavi eru í løtuni í einum trygdarpolitiskum tómrúmi, og tað er torført at vita, hvør leikurin hjá londunum verður frameftir. Tað eru fleiri tekin um, at londini í Norðan fara at fáa eitt oljuríkidømi, og hetta kann elva til nýggjar hóttanir, tí júst spurningurin um orku fyllir nógv í heimspolitikki í dag, skrivar Norðuratlantsbólkurin.
Føroyski fólkatingslimurin í Norðuratlantsbólkinum, Høgni Hoydal, sigur, at hóast endamálið við ráðstevnuni er at lýsa støðuna hjá øllum Norðuratlantshavi, ætlar hann persónliga at varpa ljós á trygdar- og verjupolitisku støðuna hjá Føroyum.
-Eg fari at royna at gera mínar metingar av núverandi støðuni, og so kasta bóltin víðari til gestirnar á ráðstevnuni, og vónandi fáa vit eitt áhugavert kjak um Føroyar, sigur hann.
Risar við
Tað hevur eydnast Norðuratlantsbólkinum at fleiri navnframar luttakarar á ráðstevnuna. Umframt løgmann, grønlendska landsstýrisformannin og danska verjumálaráðharran, hava fleiri sendimenn í Danmark játtað at luttaka. Tað mest forkunnuga er, at umboð fyri báðar risarnar undir tí kalda krígnum, USA og Sovjet, verða við á ráðstevnuni.
Triðja ráðstevnan
Fyrst í komandi ári fyllur Norðuratlantsbólkurin fimm ár. Ráðstevnan í komandi mánaði er tann triðja í røðini. Undan henni hevur bólkurin skipað fyri ráðstevnunum “Høvdið á blokkin” og Hevur ríkisfelagsskapurin nakra framtíð?”.
Ráðstevnan hjá Norðuratlantsbólkinum verður tann 5.desember.
Fakta:
Skráin tann 5.desember
13.00 Fólkatingslimur: Høgni Hoydal bjóðar vælkomin
13.10 Danski verjimálaráðharrin: Søren Gade
13:30 Amerikanski sendimaðurin: James Palmer Cain
13:50 Spurningar/kjak
14:00 Íslendski sendimaðurin: Svavar Guestson
14:20 Løgmaður: Jóannes Eidesgaard
14:40 Grønlendski landsstýrisformaðurin: Hans Enoksen
15.00 Spurningar/kjak
16.00 Fólkatingslimur: Lars Emil Johansen
16:10 Russiski sendimaðurin: Dmitryj Borisovich Rjurikov
16:30 Umboð fyri Kanada
16:50 Norski sendimaðurin: Ole Peter Kolby
17:10 Spurningar/kjak
17:30 Fólkatingslimurin Kuupik Kleist tekur saman um