Føroyskur ítróttur setur síni spor í Ísrael

Føroyski ferðaleiðarin Svenning av Lofti fekk ein ógvuliga jaligan hvøkk við Deyðahavið í gjár Føroyska ferðalagið sum ferðast í Ísrael í hesum døgum hevur lært at ásanna, at føroyskur ítróttur gevur eisini okkara lítla landi umrøðu í Ísrael.

Tá føroyska ferðalagið kom til Qumran í gjár gav hetta at bíta. Qumran er kent fyri at verða staðið, har Deyðahavsrullirnar vóru funnar í 1947.

Á staðnum er ein handil, sum selur lutir av alskyns slagi. Tá føroyski ferðaleiðarin, Svenning av Lofti kom inn í handilin upplivdi hann, at ein ungur krambakallur stardi eftir honum. Svenning av Lofti fór yvir til tann unga ísraelska araban, sum eitur Amran.

Amran segði við føroyska ferðaleiðaran: - Eg havi sæð teg áður! Svenning av Lofti svarar: - Í Ísrael? - Nei eg havi sæð teg í sjónvarpinum, tá Ísrael og Føroyar spældu hondbóltslandsdyst í Føroyum. Tú veittraði við tí ísraelska flagginum.

Tá Føroyar og Ísrael fyri nøkrum árum síðani spældu EM-undankappingardyst í høllini á Hálsi, var Svenning av Lofti á staðnum fyri at vísa sín samhuga við tí ísraelsku tjóðini. Við sær niðan á Háls hevði Svenning eitt ísraelskt flagg.

Sjálvt um nøkur ár eru farin, so mintist tann ungi ísraelski arabarin, Amran tann føroyska mannin, sum veittraði við tí ísraelska flagginum í hondbóltslandsdystinum millum londini bæði.

Talan varð um ein jaligan skelk hjá Svenningi av Lofti, sum sigur seg fegnast stórliga um, at tað hevur givið afturljóð í Ìsrael og, at hann nú hevur møtt einum ísraelskum arabara, sum minnist løtuna uppi á Hálsi.

Amran minnist eisini fótbóltsdystirnar millum londini.