Føroyskur tónleikur tvørturum landamørk

12. oktober ber til at hoyra úrslitið av einum heldur forkunnugum samstarvið ímillum føroyska Jógvan Hansen og íslendska Fríðrik Ómar. Tá kemur nevniliga ein nýggj fløga á marknaðin við heitinum ?Vinaløg?.

 

Fríðrik Ómar gav Jógvani Hansen tíggju av sínum íslendsku yndisløgum. Síðani vóru tey latin í hendurnar hjá Boga Godtfred, ið hevur umsett til føroyskt.

Eisini gav Jógvan Fríðriki tíggju føroysk løg, ið hann metir verða tey bestu. Hesi løg vóru latin í hendurnar hjá Valgeir Skagfjørð, ið hevur umsett til íslendskt.

 

Soleiðis bleiv nýggja fløgan ?Vinaløg? fødd, við fleiri av teimum størstu perlunum innan føroyskan og íslendskan nútíðar tónleik, sum her skifta mál.

 

Jógvan Hansen er ikki ein og hvør í Íslandi. Hann hevur veruliga sett síni spor í íslendska tónleikamarknaðin, og sannlíkt eru tey nógv, ið gleða seg til útgávuna av nýggjasta íkastinum til føroyskan og íslendskan sangskatt ? ?Vinaløg?.

 

Talan er um eina dupultfløgu, og 24. Oktober verður útgávukonsertin hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

 

Atgongumerki og nærri upplýsingar um tiltakið kunnu finnast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo.