Lena og Høgni Lisberg vóru bæði longu fyrst í apríl í A-Rotatión á Rás 2, við løgunum Cant Erase It og Morning Dew, hetta merkir, at løgini verða spæld fleiri ferðir um dagin, meðan Makrel og Deja Vu vóru í B-rotatión, ið merkir at løgini vera spæld nógv á støðini, tó ikki líka nógv sum løg í A-Rotatión.
Á heimasíðuni ruv.is, liggur playlistin og nú fimm vikur eftir, at føroyski tónleikurin kom í fokus, eru enn tvey føroysk løg í A-rotatión og tvey onnur í B-rotatión. Cant Erase It hjá Lenu hevur hildið seg í A-rotatión alla tíðina, meðan Morning Dew hjá Høgna Lisberg er fari í B-rotatión. Confused hjá Deja Vu er fari úr B-rotatión til A-rotatión. Filthy Tongue hjá Makrel er enn í B-rotatión. Hetta er enn eitt dømi, um hvørja ávirkan AME hevði á útbreiðsluna av føroyskum tónleiki í Íslandi.