Tær hava arbeitt við fleiri stuttfilmum, men tann seinasti, “Memotekið”, gekk eina sanna sigursgongd kring heimin. Hann var við á óteljandi festivalum í nógvum londum, og Marianna og Rannvá vunnu hópatals prísir fyri hann. Við Memotekinum slógu tær nøvn síni, sum eksperimenterandi filmslistafólk, føst. Og tað merkist, nú tær eru farnar undir enn ein stuttfilm. Áhugin er nevniliga stórur, hóast eingin enn hevur sæð upptøkurnar.
Magma
Í summar hava Marianna og Rannvá verið í Føroyum og tikið upp til ein nýggjan film, sum hevur fingið fyribilsheitið “Magma”.
Eins og við Memotekinum, so høvdu tær føroyingar við sum statistar og leikarar í nýggja filminum Magma. Tær høvdu casting í juli, og út frá øllum teimum, sum meldaðu seg til, valdu tær nøkur fólk út, sum riggaðu væl saman grafiskt.
Àhugin at vera við í filminum var sera stórur, og tað vóru fleiri enn 60 fólk tilsamans til castingina. Allir aldursbólkar vóru umboðaðir, tí bæði børn og fólk heilt upp í 60 ára aldur royndu seg.
- Av øllum hesum fólkunum valdu vit 26 fólk burturúr til statistar og fýra til høvuðsleikarar, greiðir Marianna frá, og vísir samstundis á, at hetta ikki er ein spælifilmur.
- Hetta er ikki ein vanligur filmur við leikgongd og replikkum. Hetta er eksperimenterandi, og tað snýr seg um, at tað er ein heild av fólki, sum skapar eitt ávíst minimalistiskt útrykk við at gera tær somu rørslurnar í senn, greiðir Marianna frá.
- Tað er Rannvá, sum hevur koreograferað rørslurnar, og statistarnir eru so latnir í eins klæði, sum skapa eitt ávíst úttrykk. Og so hava vit filmað úti í føroysku náttúruni fyri at fáa mótsetningarnar, greiðir Marianna frá.
Tey vóru fyrst á Oyggjarvegnum við øllum statistunum, og síðani fóru tær til Oyndafjarðar og Saksunar við høvuðsleikarunum.
- Tað eru so ymisk sløg av náttúru í Føroyum, og tað hava vit útnyttað. Tá vit til dømis filmaðu okkara nógvu statistar, so vildu vit ikki hava ógvusliga náttúru, tí tað hevði clashað við tað stóru mongdina av fólki.
- Tá vit hava allar statistarnar við, hava vit tí bara slættan bø. Tann bergtakandi náttúran kemur meiri fram, tá vit hava filmað teir fýra høvuðsleikararnar, greiðir Marianna frá.
Umbiðin
Filmurin er ein stuttfilmur, sum bert verður einar tríggjar minuttir til longdar. Men hóast longdin kanska ikki tykist vera nakað at reypa um, so er stóri áhugin fyri arbeiðnum hjá Mariannu og Rannvá sannilga verdur at nevna.
- Filmurin verður fyrst og fremst gjørdur til eina stóra listastevnu í Liverpool, sum byrjar 16. september. Men hann er eisini umbiðin av eini stórari filmsstevnu í Berlin, og ein filmsfestivalur í Norðuronglandi hevur eisini biðið um at sleppa at sýna hann, greiðir Marianna frá.
Men hvussu ber tað til, at útlendiskir filmsfestivalar biðja um ein film, har leikstjórin framvegis ikki eingong hevur sæð tað, sum er filmað?
- Tey, sum skipað fyri hesum tiltøkunum, hava sæð tann fyrra filmin hjá okkum, Memotekið. Og tey hava spurt, um hesin filmurin fer at vera í sama stíli. Tí tey hava opinbart fornemmað ein sermerktan stíl í Memotekinum. Vit hava sagt, at hann verður ikki heilt eins, men okkara serligi stílur verður tó nýttur aftur hesuferð, greiðir Marianna frá, og sigur, at tær hava sent festivalfyrireikarunum fotomyndir av filmingini, og út frá myndunum og við Memotekinum í huga, hava tey biðið um filmin Magma, sum enn ikki er so mikið sum kliptur.
Frísk, føroysk luft
Marianna heldur, at hon og Rannvá hava ein heilt serligan stíl sum filmsframleiðarar, og tað, tær gera, brýtur frá í mongdini av øðrum filmum. Tí vilja festivalar so fegnir hava teirra film við, hóast eingin hevur sæð upptøkurnar enn.
Men er tað ikki í so djarvt at selja ein film til festivalar, áðrenn man veit um upptøkurnar nytta nakað?
- Sum sagt, so havi eg faktiskt ikki sjálv sæð upptøkurnar aftur enn, men eg havi hoyrt frá fyritøkuni, sum skannar myndirnar av smalfilminum yvir á digitalan film, at tey hava merkt ta frísku, føroysku luftina, meðan tey hava sitið og arbeitt við tí, so eg vænti, at okkurt gott er komið burturúr, sigur Marianna smílandi.
Filmsfestivalarnir vita eisini, at hetta eru treytirnar, og at tey ikki fáa filmin fyrr enn í allarseinastu løtu. Hóast hetta, er áhugin fyri at vísa filmin, stórur.
Stórar ætlanir
Marianna greiðir frá, at filmurin Magma er tann fyrsti í eini filmsrøð, sum tær ætla at fara undir.
- Ætlanin er at gera 7 filmar afturat. Teir vera sjálvandi ikki heilt eins, tí vit fara millum annað at spæla okkum við náttúruni, árstíðunum og hvussu nógvar leikarar, vit hava við. Men okkum dámar væl at brúka ta føroysku náttúruna, so vit hava ætlanir um at koma aftur higar at filma hinar filmarnar eisini, slær Marianna fast.
Hon leggur afturat, at øll tey, sum vóru til castingina hesuferð, men ikki sloppu við, kunnu fáa møguleikan aftur, tí tær skulu gera so nógvar filmar afturat.
- Vit hava goymt allar informatiónrnar av teimum, sum vóru til castingina, tí vit fara heilt víst at fáa brúk fyri fólki næstuferð, vit fara at gera ein film.
Spurd um hon verður skuffað, um Magma ikki fer at vinna eins nógvar prísir sum Memotekið, svarar Marianna, at tað verður hon ikki.
- Tað, sum vit miðja ímóti er, at Magma skal verða vístur á teimum góðu festivalunum. Tí um vit megna tað, so kemur restin nokk av sær sjálvum, heldur hon.
Eisini føroyingar fara at fáa høvið at síggja Magma seinni í heyst. Enn er tó ikki heilt greitt nær.
- Vit skulu hava eina ordiliga premieru í Føroyum, eftirsum vit hava so nógvar føroyskar leikarar, og tí vit hava fingið stuðul úr Føroyum. So tað er heilt víst, at hann verður vístur her heima í heyst.