Føroyski stuttfilmurin Magma hjá Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre, vann í síðstu viku virðisløn fyri besta stuttfilm á viðurkendu filmastevnuni, Festival du Nouveau Cinéma, í Montreal, Kanada.
Tilsamans vóri 36 altjóða stuttfilmar í uppskoti til virðislømn í sama bólki.
Sjálvt tað ikki bar til hjá teimum báðum, Rannvá og Mariannu at vera til staðar undir handanini, tóku tær ímóti heiðursllønini og takkaðu fyri hana umvegis skype, sum síðani varð uppvarpað á stórskíggja á gallaveitsluni, tá virðislønirnar blivu handaðar.
Filmurin verður vístur á stóru filmastevnuni, CPH:DOX, í Keypmannahavn, ið verður í døgunum 3.-12.november. CPH:DOX skipar fyri eini serligari frumsýning av teimum fyrstu fýra filmunum verkinum hjá teimum báðum, Rannvá og Mariannu, The Cycle. Talan er um filmarnar Magma, Amohr, Marran og Irra.
Hesi fýra verkini eru í uppskoti til NEW:VISION AWARD, sum heiðrar filmum, ið eru avbjóðandi, poetiskir og abstraktir.
Vinnarin verður kunngjørdur tann 11. november.
Í Keypmannahavn verða tvær sýningar í Keypmannahavn og tær verða mikudagin 9. november klokkan 16 í Teater Grob og leygardagin 12. november klokkan 18 í Husets Biograf, har tey eisini fara at práta við Rannvá og Mariannu um filmarnar
eftir sýningina.
Myndina tók Katrin Svabo Bech