Føroyskur stuðul til bíbliutýðingar

Kirkjuliga Missiónsfelagið fer komandi trý árini at játta stuðul til ein ætlan um at týða Bíbliuna til trý av mongu málunum í afrikanska landinum Etiopien.

Umsóknin um stuðulin er komin úr Mekane Yesus-kirkjuni, sum ætlar at útvega trimum málbólkum Nýggja Testamentið í fyrsta umfari.
Sagt verður, at kristna kirkjan veksur spakuliga her, og mett verður tí, at tað er týdningarmikið at tey fáa Guds orð á teirra egna máli. Verkætlanin fer at taka 10-12 ár.
Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur játtað at veita 14.000 føroyskar krónur um árið tey komandi trý árini.
Íslendingar fara at lata somu upphæddina, meðan norðmenn ætla at senda eitt málkønt fólk hagar at luttaka í arbeiðinum við týðingini.