Føroyskur skipari í ódnarveðri

Føroyingurin, Idar Petersen, er skipari umborð á arktiska ferðamannaskipinum, Clelia II, sum um vikuskiftið var í ógvusligum ódnarveðri út fyri Argentina. Idar Petersen, sum er ættaður úr Norðoyggjum, segði við fjølmiðlarnar í argentinska býnum Ushuaia, at hann ongantíð hevur verið í so ringum veðri áður.

Hann segði, at fleiri rútar vórðu brotnir inn á brúnni og oyðilegði eitt nú samskiftispultin.

Á AIS-skipanini sóu vit, at eitt skip frá National Geographics var 23 fjórðingar frá okkum, og tí boðaðu vit frá avmarkaðari manøvru, og tað fekk so skipið at nærkast okkum somikið, at vit fingu fatur á teimum umvegis VHF?in, segði Idar Petersen.

Tað eydnaðist at fáa tamarhald á støðuni og sigla skipið í havn í Ushuaia.

Idar Petersen hevur verið í lótum áður, fyrstu ferð í juni 2007, tá hann var skipari umborð á Ocean Nova, og togaði eitt annað ferðamannaskip, Quest, av einum skeri í Diskovíkini.

Eisini í februar 2009, tá Ocean Nova við øðrum skipara rendi á eitt sker við Antarktis, kom Idar Petersen til hjálpar umborð á Clipper Adventurer, og tók ferðafólkini av Ocean Nova, veit ABC News at siga.

Umborð á Clelia II vóru 88 ferðafólk og manningin taldi 77.