Fimtan ára gamli Jógvan Gunnarsson vann eina norska skemtarakapping og skal á pallin á Stand Up Festivalinum í Oslo. Jógvan Gunnarsson, sum býr á oynni Bømlo í Norra, meldaði seg til eina skemtarakapping gjøgnum stóra norska dagblaðið VG, og mikudagin ringdu tey frá VG og søgdu, at Jógvan hevði vunnið kappingina, tí dómsnevndin metti, at hann hevði ta bestu framførsluna.
VG skrivar at Jógvan varð kosin vinnari tí hann dugir sera væl at herma eftir kendum fólkum, og hann er so róligur og tryggur á pallinum, sum er heilt óvanligt fyri ein so ungan persón.
Í hesum sambandi er Jógvan boðin til Oslo, har hann skal á pallin á Stand Up Festivalinum í Oslo.
Jógvan er føroyingur, foreldrini eru Lis-Maria og Jørgin Gunnarsson. Familjan hevur búð á Bømlo síðan 1994.