Føroyskur rúsdrekkapolitikkur viðgjørdur á landsstevnu hjá Bláa Krossi

TÍÐINDASKRIV

Um vikuskiftið hevur Blái Krossur ta árligu landsstevnuna. Í ár er hon í Miðvági. Føroyskur rúsdrekkapolitikkur er eitt av evnunum, sum er á skránni

 

Landsstevnan verður hildin í Miðvági, og verða missiónshúsið og kirkjan karmar um tiltøkini.

Stevnan byrjar við aðalfundi leygarmorgunin 21. mars klokkan 10.30, og eftir ein døgurðasteðg verður pallborðsfundur kl. 14.00, har evnið “Føroyskur rúsdrekkapolitikkur” er til viðgerðar. Við pallborðið sita Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Jóhan Dahl, landsstýrismaður, Jákup Mikkelsen, formaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd, Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya og Gunnar Nattestad.

Seinni verður greitt frá blákrossarbeiðinum heima og úti. Nógv er hent seinasta árið, serliga viðvíkjandi umsorganarheiminum í Grønulíð og arbeiðinum við teimum heimleysu. Kringvarpið vísti herfyri eina sending, sum var gjørd um heimið, og á ein sera góðan hátt lýsti tað arbeiði, sum verður gjørt har.

Umframt hesi tiltøkini verður eisini kvøldseta kl. 19.00 har Gimmi Olsen, gudfrøðingur, talar um evnið: Guds umsorgan. Leygardagurin endar við einum ungdómstiltaki, sum BKU skipar fyri.

Sunnudagin er gudstænasta í Miðvágskirkju og stórt familjutiltak kl. 15.00 fyri alla Vágoynna. Hetta tiltakið er eisini í kirkjuni. Landsstevnan endar við einum blákrossmøti í Missiónshúsinum kl. 18.00. Øll tiltøkini eru almenn.

Sí fullfíggjaða skrá á heimasíðuni www.blakross.fo