- Vit vilja staðiliga mæla til, at hesi viðurskifti koma upp á pláss.
Í Handilsvinnufelagnum eru tey ikki nøgd við ætlanina hjá landsstýrinum um at gera tað lættari hjá teimum, sum fáast við seyð og neyt, at selja kjøt og úrdráttir úr seyði og neytum.
Í Handilsfelagnum eru tey nevniliga ikki nøgd við treytirnar, sum verða sett teimum, sum selja kjøt og úrdráttir av seyði og neytum, sum ikki eru slaktað í góðkendum sláturvirki, ella turkað, ella ræsað í góðkendum hjallum.
Les meiri um tað HER
Eitt, sum felagið fýlist á, er, at sum tey duga at síggja, er einki krav um, at vørur sum ikki eru løggildar, skulu lúka somu treytir til køling og flutning, sum løggildar vørur.
- Hetta metir Handilsvinnufelagið verða av stórum týdningi og vil staðiliga mæla til, at hesi viðurskifti koma upp á pláss.
Les eisini: Lívga um seyðahald sum ítriv
Eisini saknar felagið ásetingar um sporførið av heimaframleiddum vørum.
tey halda, at tað krøv verða sett til sporførið, soleiðis at tað altíð skal bera til at síggja hvaðani vøran er, tí tað er altavgerandi, tá ið ábyrgd skal staðfestast.
Annars vilja tey eisini hana, at skinka verður fevnd av hesi ætlanini - tað er hon ikki eftir tí, landsstýrið hevur lagt fram.










