- Hann er ein av teimum hundrað ríkastu persónum í Danmark, og mett verður, at hann er góður fyri umleið 1,4 milliardir krónur. Hann eigur ein av teimum absolutt størstu fiskibátunum í Danmark. Og so er hann ein av teimum umstríddu kvotakongunum, ið hava fingið ein leiklutin sum skálkar í einum politiskum stríði um nýggja fiskivinnusemju. Teir sokallaðu kvotukongarnir verða ákærdir fyri at skapa monopollíknandi viðurskiftir, ið ganga út yvir teir smærru fiskimenninar.
Soleiðis byrjar Berlingske eina longri grein um føroyska reiðaran Gullak Madsen, ið hevur sítt virksemi í danska býnum Hirtshals.
Í drúgvari grein í dag tosar blaðið við føroyska reiðaran um sítt virksemi og tær broytingar, ið danskir politikarar ynskja at gera í fiskivinnuni.
Í greinini ger Gullak Madsen fleiri ferðir greitt, at hann ikki skilur, at danskir politikarar ynskja at gera umfatandi broytingar í fiskivinnuni, og ávarar um, at tað kann skapa eina kreppu í vinnuni.
Nomið verður eisini við byrjanini av virkseminum hjá føroyska reiðaranum.
- Eg kom til Danmarkar í 1988 við tíggju fingrum og keypti ein lutfalsligan lítlan bát. Vit hava bygt okkum upp til tað, ið vit eru í dag. Tað eru vit errin av, sigur Gullak Madsen við blaðið, og leggur afturat, at báturin kostaði 42 milliónir krónur.
Til ber at lesa alla greinina her.