Føroyskur klekingardepil hjá Toda

Fremader Amager skal í framtíðini virka sum klekingardepil fyri føroyskar fótbóltsúrmælkingar. Tað var millum annað tað, sum Todi Jónsson hevði at siga við aðalfundin hjá felagnum, sum varð hildin í gjárkvøldið.

Oh eftir øllum at døma er hetta sera væl móttikið. Viðhaldsfólkini hjá Fremad Amager hava í Andrew av Fløtum eina av hetjunum á liðnum, og eisini minnast tey aftur á avrikini hjá Hjalgrím Elttør og Jann Inga Petersen, tá hesir royndu seg í felagnum. Frá fundarluttakaranum verður sagt, at ætlanin verður gjøgnumførd við stuðuli frá føroyska vinnulívinum. Eitt vinnulív, sum sambært Sosialinum telur Eik Bank, Atlantic Airways og Sansir.

Tá hann á aðalfundinum varð spurdur beinleiðis, hví júst Fremad Amager varð valt til projektið, hevði Todi eitt svar, sum helst varð sera væl móttikið.

- Tað er einasta felag í Keypmannahavnarøkinum, sum hevur Superligu-potentiali.