Føroyskur granskari fær tríggjar milliónir

Verkfrøðingurin, Hilmar Kjartansson Danielsen, hevur fingið tríggjar milliónir krónur til eina verkætlan, sum hevur til endamáls snýr at herða metall. Tað kann fáa stóran týdning í sambandi við at spara brennievni og minka um CO2-útlátið.

Hilmar Kjartansson Danielsen er havnarmaður, men býr og granskar í Danmarks Tekniske Universitet.

Granskingin miðjar ímóti at brúka smáar bitlar til at herða nógv sløg av metalli við, so at tað verður nógv sterkari enn metall við ongum bitlum í, fortaldi hann fyri Rás2 í dag.

Hann nevnir sum dømi aluminium, sum flogfør eru gjørd av. Tað eru ymsir bitlar í hesum slagnum av aluminium, sum ger tað 50% ferður sterkari enn vanligt aluminium við ongum bitlum í.

Nógv er granskað í hesum árum, men kortini eru nógv viðurskifti í hesum sambandi, sum granskarar ikki skilja.

Endamálið við hesi nýggju granskingarverkætlanini er at kanna hesar bitlar nærri í elektronmikroskopi, sum størka eina millión ferðir fyri at at síggja, hvussu teir bera seg at.

Tá ið granskarar hava fingið eina fatan av tí, er endamálið at tað skal bera til at gera betri partiklar, sum ger metall enn sterkari.