Thomas Arabo
????
Her í Føroyum himprast vit ikki við at krevja, at allar vørur skulu um føroyskan keikant, tá tað kemur til oljuvinnu. Tað er rættilga typiskt, at vit vita so forferdiliga væl, hvussu ikki eksisterandi vinnur, ella spildurnýggjar vinnur skulu skipast. Tá tað kemur til okkara høvuðsvinnu, so er alt øðrvísi.
Vinnupolitikkur er ikki at lata standa til
Tað kemur næstan ikki fyri, at okkara fremstu ráðgevar úttala seg, uttan so at fortelja okkum, at vinnan megnar alt best sjálv, bert landið skapar karmar. Seinastu tíggju árini hava vit havt ein "lat standa til" vinnupolitikk, har vinnan fær frið til at gera sum henni lystir, tí marknaðarkreftirnar klára alt. Hetta riggaði eftir øllum at døma fínt, so leingi alt gekk uppá stás við einari stórari alivinnu og nógvum toski á grunnunum. Nú tá so sansar at, so byrja partar av vinnuni at skjóta eftir hvørjum øðrum og landsins politikarir og ráðgevar av ymsum slag byrja at smákeglast um hvør gjørdi hvat nær, ella hvør ikki gjørdi nóg mikið - eitt nú í alimálum.
Krøv mugu setast fyri ókeypis fiskiloyvi
At so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum er ein trupulleiki, ið man hevur tosað um í fleiri ár. Nú er nóg mikið tosað! Tað sum loysir seg best hjá tí einstaka skipinum er ikki neyðvendigis tað, sum loysir seg best hjá samfelagnum. Tá landið letur fiskiloyvi fyri einki, so er einki meiri sjálvfylgiligt í mínari verð, enn at vit krevja, at allur fiskur fiskaður í føroyskum sjógvi skal um føroyskan keikant. Hvør so keypir hann er ein onnur søk. So leingi man loyvir øllum keyparum framat í Føroyum, so burdi tað tryggjað ein rættan prís. Føroysku virkini vildu so havt tann fyrimun at ligið har, sum fiskurin kemur uppá land.
Ráfiskaseljarnir vita hvar loyvið kann sendast
Ráfiskaseljarnir vilja sjálvandi sleppa at selja frítt, um teir sleppa tað. Teir vilja hava størst vinning í tí løtu, teir eru í. Tað hevði kanska eisini enntá verið eitt rímiligt krav, um teirra fiskiloyvi vóru fingin til vega í fríari kapping á einari auktión, men tað eru tey nú einaferð ikki, og tí mugu teir vænta, at samfelagið setur krøv afturfyri at lata teimum hesi loyvi. Um teir, ið hava loyvini í dag, halda, at tað er órímiligt at skula landa um føroyskan keikant, so kenna teir adressuna hjá Fiskimálaráðnum. So kunnu teir senda loyvini aftur, tí eingin ivi er í, at mong onnur vilja fegin fáa hesi loyvi.