Tá ið vit síggja føroyskan dans í sjónvarpinum, eru tað sum oftast bert tilkomið fólk, sum dansar. Sjáldsamt er at síggja ungdóm dansa, men tó siga dansifólk, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum leita sær í dansifeløgini. Hendan gongd er sjálvsagt at frøðast um, og vónandi fer hon at halda fram.
Partur av undirvísingini í fólkaskúlanum
Í tí nýggju fólkaskúlalógini er syrgt fyri, at føroyski dansurin verður ein náttúrligur partur av undirvísingini. Hetta fer sjálvandi at styrkja um støðuna hjá dansinum millum børn, og so er at vóna, at børnini hervið fáa ein áhuga fyri dansinum, sum tey fara at varveita í øllum sínum ungdómi.
Tað er einki yvir at dylja, at tað er umráðandi at læra vísur, tættir og kvæðir, meðan man er ungur. Tað er ein sannroynd, at tað er lættast hjá ungum at læra seg ymiskt uttanat, meðan tað er munandi torførari hjá tilkomnum fólki.
Nógv ung hava áhugan
Helst er tað so, at tey flestu ungu eru av teirri fatan, at føroyskur dansur er ikki nakað fyri tey. Men tó, so eru tað, sum áðurnevnt, eitt vaksandi tal av ungum, sum trína í dansin.
Tað er ikki óvanligt, at man eina sunnunátt í havnargøtum sær ungfólk sláa ring og kvøða eina vísu ella tvær. Fyri bert fáum árum síðani var hetta meira ella minni óhugsandi.
Tað tykist, sum um føroyski dansurin er blivin eitt sindur ?in? millum ungfólk, og tað sama kann sigast um føroyska tjóðbúnan. Á ólavsøku í ár sóust eisini so nógv ungfólk í føroyskum búna, sum ongantíð áður. At hetta prýðir um, er einki dulsmál, og lat tað verða sagt beinan vegin, at tey mongu ungfólkini klæddu búnarnar stak væl.
Dansistevna fyri ung
Fyrr í ár skipaðu nakrir ungdómar fyri eini dansistevnu í Havn. Stevnan, sum varð hildin í studentaskúlanum í Hoydølum, var sera væl eydnað, frætta vit. Dansistevnan, sum var serliga ætlað ungum, fekk góða undirtøku, og tað er ikki óhugsandi, at skipað verður fyri slíkum tiltaki aftur.
Til eina vanliga dansistevnu er tað óivað so, at mong ung tíma ikki at fara til tær, tí at størsti parturin av luttakarunum er tilkomið fólk. Við einari dansistevnu fyri ung hevur mann lættari at lokka ungdóm, tí at tey vita, at tað fyrst og fremst eru fólk á teirra egna aldri, sum taka lut.
Søgulig virðir
Í hesum tíðum, har tann tjóðskaparkenslurnar standa í fullum blóma, eiga umstøðurnar at verða góðar fyri at skapa tokka fyri føroyska dansinum.
Umráðandi er, at vit royna at verja um okkara siðsøguligu virðir. Føroyski dansurin, sum er eitt tað virðismiklasta, ið vit eiga av gomlum føroyskum siðum, skal varveitast. Av hesi orsøk er tað sera týðandi, at ungdómurin, sum hevur sterkar tjóðskaparkenslur, vísir dansinum áhuga, og samstundis ger sítt til, at hann verður førdur tryggur inn í eitt framtíðar Føroyar, har vit allarhelst skulu standa á egnum beinum. Tað er í slíkum tíðum, at vit fáa tørv á at vísa umheiminum, at vit hava okkara egnu søgu og egnar siðir úr farnari tíð.