Føroyskur barna- og ungdómsfilmur

Um alt gongur sum fólkini aftanfyri Trølla Pætur filmarnar vænta og vóna, so verður ein stórur barna- og ungdómsfilmur framleiddur í Føroyum, um ikki so heilt langa tíð. Í gott 2 ár, hava skrivandi kreftir í Klaksvík, saman við øðrum góðum fólkum, haft samband við filmsfeløgini Zentropa og Nordisk Film í Danmark. Søgan er skrivað og 24. mai, senda hesi feløg tveir danskar filmsrithøvðundar til Føroya, at skriva eitt fyrilbils manuskript, sum skal leggjast fyri DFI (Dansk Filmsinstitut) í juli.

Fólkini aftanfyri Trølla Pætur filmarnar, eru sera spent uppá hvat DFI sigur. Hetta hevur verið ein langur og drúgvur róður, men nú síggja vit ljós fyri endanum á tunnilinum. Um DFI góðtekur manuskriptið, so verður farið undir at framleiða fyrsta føroyska barna og ungdómfilm nakrantíð og tað gleða vit okkum til, siga teir til endans stuttum tíðindaskrivi.

Longu nú hevur hetta projekt kostað fyrireikarnum nógva tíð og pening. Fyrireikarnir siga, at uttan stuðul og hjálpsemi frá Føroya Banka og uttan góðvilja frá Atlantic Airways, hevði henda verkætlan ongantíð komið so langt, sum hon nú er komin.