Føroysku sildaskipini royna eystur úr Jan Mayn

Tað seinastu tíðina hava tey føroysku sildaskipini roynt eystur úr Jan Mayn, tey royna á góðum 68 gradum N og um 1 grad E. Í kvøld tá vit frættu frá teimum, var veðrið gott á leiðini, har vóru: Fagraberg Høgaberg, Norðborg, Tróndur í Gøtu og Jupiter. Eisini eru nógv norsk og íslendsk skip á leiðini.

Teir siga at sildin er ring at fáast við, hon kemur upp eina løtu á náttini, men fer skjótt aftur í dýpið.

Hini føroysku skipini, Finnr Fríði, Christian í Grótinum og Saksaberg, hava eisini roynt eystur úr Jan Mayn, tey hava verið inni og landað, men eru nú ávegis aftur á fiskileið.