Føroysku oljufeløgini taka nógv størri vinning

Føroysku oljufeløgini taka upp í 83 prosent hægri vinning fyri gassolju, enn oljufeløgini í grannalondunum – og 50 hægri fyri bensin og diesel

Føroysku oljufeløgini taka upp í 83 prosent hægri vinning fyri gassolju, enn oljufeløgini í grannalondunum – og 50 hægri fyri bensin og diesel.

 

Tað vísir frágreiðing, sum Kappingarráðið hevur almannakunngjørt í morgun. Í løtuni er tíðindafundur hjá kappingarfelagnum, har ráðið hevur boðið fjølmiðlunum til fundar. Men oljufeløgini møttu eisini upp til tíðindafundin.

 

– Tit eru ikki boðin, so vit mugu taka støðu til, um tit sleppa inn, segði Kappingarráðið, sum tó kom til ta niðurstøðu, at umboðini fyri oljufeløgini sleppa inn – men bara sum eygleiðarar.

 

Í frágreiðingini um oljumarknaðin í Føroyum verða føroyskir brennievnisprísir samanbornir við altjóða innkeypsprísir og við danskar, norskar, svenskar og finskar prísir.

 

TRÝST HER fyri at lesa samandráttin um »Oljumarknaðin í Føroyum«