Føroyska kvinnulandsliðið vísti aftur sítt virði í dag. Tær vunnu ein knúsandi 4-1 sigur á Litava, sum føroysku mennirnir hava tapt ímóti seks ferðir. Hálvleiksstøðan varð 3-1. Føroyska kvinnulandsliðið er nr. 70 á FIFA-styrkislistanum, meðan Litava er nr. 62. Í fjør taptu føroysku kvinnurnar 0-3 ímóti Litava, og ger tað sigurin enn søtari. Føroysku kvinnurnar eru nú ósigraðar í 6 landsdystum, og eru vónirnar góðar fyri, at talið kann koma upp á 7 landsdystir, nú Luksemborg stendur fyri tørni komandi dyst.
UEFA Friendly Mini Tournament A-kvinnur:
25. oktober 2008, klokkan 13.00
Suduva Stadion, Marjepole, Litava
Føroyar - Litava: 4 ? 1 (3-1)
1-0 Rannvá Andreasen 6.min.
1-1 14.min.
2-1 Heidi Sevdal, 21.min.
3-1 Olga Kristina Hansen, 25.min.
4-1 Olga Kristina Hansen, 60.min.
Føroyar: 4-4-2
16. Randi Wardum Valur (Ísland), - 4. Ann Olsen KÍ, 14. Rósa Magnussen Víkingur (3. Hellen Haraldsen AB, 88.min.), 7. Ragna Patawary KÍ, 2. Annelisa Justesen BK Skjold (Danmark) - 6. Bjørg Syderbø AB, 8. Malene Josephsen KÍ (Liðskipari), 18. Elin K. Haraldsen AB (5. Fríðrún Danielsen Skála, 73. min.), 11. Heidi Sevdal B36, - 10. Olga Kristina Hansen KÍ (13. Mona Breckmann AB, 73.min.), 9. Rannvá B. Andreasen KÍ
Gult kort: 9. Ránnvá B. Andreasen 90. min.
(Kelda: www.football.fo)