Føroysku kvinnurnar vóru bestar

Í gjár varð kappast um Sjællandsmeistaraheitið í fimleiki. Kvinnurnar í ÍF Føroyar fimleiki, við einum ári á baki, stóðu seg sera væl í teirra bólki og endaðu á einum

fyrsta plássi við heili 4,6 stigum framman fyri nummar tvey.

 

- Hetta úrslitið kann samanberast við at vinna ein fótbóltsdyst við 20 málum, so ikki kann sigast annað, enn at hetta var eitt megnaravrik, sigur Eyð Strøm, ið er venjari hjá fimleikaliðnum við útisetum.

 

Kappingin, ið byrjaði klokkan 10 í gjár, fór fram í Helsingør, har nógv fólk høvdu leitað sær í høllina. Hóast onkrar smávegis feilir, eru kvinnurnar samanumtikið væl nøgdar við avrikið á gólvinum, tí seinastu tíðina er nógv orka løgd í broytingar í íðkanini.

 

Næstu ferð verður kappast um DM í estetiskum fimleiki, har kvinnurnar fara at gera seg galdandi á ovastu rók.

 

- Karakterirnir kunnu samanberast við teir í bestu deildini, og okkara kvinnur liggja á einum 3. plássi eftir kappingina í gjár. Hóast kappingin var sera drúgv, so var lagið gott, tá vit allar á miðnátt vóru aftur í Keypmannahavn við einum gullheiðursmerki um hálsin.

 

Føroysku útisetarnir, ið manna liðið, eru Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursdóttir, Turið Nattestad, Bodil H. Tausen, Ann-Mari Sigurheim, Elin Bærentsen og venjari er Eyð Strøm.