Føroysku fólkatingslimirnir kunnu fáa avgerandi leiklut

Tá ið nýggjur danskur forsætisráðharri skal veljast eftir fólkatingsvalið verður 15. September, kunnu føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir fáa ein avgerðandi leiklut.

Seinastu veljarakanningarnar í Danmark vísa nevniliga, nú, at tað er so lítil munur á bláa og reyða blokkinum, at tað er als ikki ósannlíkt, at tað vera limirnir úr Norðuratlantshavi, sum vera avgerðandi fyri úrslitið.

Yvirhøvur vísa kanningarnar, at síðani valið varð útskrivað, er munurin ímillum báðar blokkarnar tódnaðar munandi og ein meting í gjárkvøldið vísti, at heldur hendan gondin fram, verður tað longu seinni í hesi vikuni, at blái blokkurin fer framum reyða blokkin.

Eftir at munurin var rættiliga stórur, hevur blái blokkurin havt stóra framgond og reyði blokkurin hevur havt afturgongd.

Seinasta kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, vísir, at reyði blokkurin fær 90 fólkatingslimir og blái blokkurin fær 85 limir.

- Asger Nielsen, stjóri í Megafon, staðfestir, at reyði blokkurin hevur ikki megnað at halda fast í framgongdini og nú er bara eitt prosent á muni ímillum báðar blokkarnar.

Hann staðfestir eisini, at, hvussu føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir fella, fer helst at fáa avgerðandi týdning fyri Fólkatingið.

Næstu dagarnar fer valstríðið at harnað munandi, so at nú verður tað ein spurningur um at ganga hús úr húsi at egna eftir atkvøðum, siga greinarar á TV2.