Føroyskt sjónvarp til føroyingar í Danmark

Føroya Hornið er heitið á sending, ið føroyingar og danir, sum hava ávíst tilknýtið til Føroyar eru farnir undir við at senda í høvuðsstaðarøkinum

Sjónvarp til føroyingar búsitandi í Danmark. Nú er tað komið. Føroya Hornið er heitið á sending, sum nakrir føroyingar saman við dønum, ið hava ávíst tilknýtið til Føroya, eru farir undir at senda.
Føroya Hornið verður sent tvær ferðir um mánaðan á Kanal København. Talan er um tvær sendingar á 27 minuttir hvør, sum innihalda Barnahornið, kirkjuhornið og ymiskt tilfar, sum hevur við Føroyar at gera.
? Vit meta, at tað eru eini 25.000 føroyingar, ið kunnu síggja okkara sendingar. Og okkara samlaða hyggjaratal er umleið 2,5 milliónir møguligir hyggjarar, sigur John Rigelsen, sum er ein av teimum, sum ger sendingina Føroya Hornið.
John er sjálvur giftur við føroyskari konu, og er hansara áhugi fyri landinum stórur.
- ? Vit vilja geva teimum føroyingunum, sum búgva í Danmark nakað at hyggja eftir. Seinastu seks mánaðarnar hava vit verið í Føroyum minst einaferð um mánaðan og í summar ætla vit at gera eina fasta redaktión her, sum kemur at ferðast kring landið, greiðir John frá.

Kostnaðarmikið

Tað er ógvuliga kostnaðarmikið at framleiða sjónvarp. Vanliga kostar ein minuttur 15.000 krónur at senda, men í serligari avtalu, er prísurin vorðin til 40.000 krónur um mánaðan fyri tvær sendingar á 27 minuttir.
Føroya Hornið sæst í høvuðsstaðarøkinum, og ein partur av teimum, sum búgva á Malmö, síggja eisini sendingina.
? Við hjálp av stuðlum hava vit fingið stáplað sendingina á beinini, sigur John.
Stuðlarnir hjá sendingini eru Atlantic Airways, Smyril Line, Töting, Postverk Føroya, Sirri og Hotel Hafnia, men leggur John dent á, at tað er væl pláss fyri fleiri stuðlum.
Sendingarnar verða sendar annan hvønn leygardag og annan hvønn fríggjadag. Leygardag verða tær sendar fyrrapartar og fríggjadagar um kvøldið.
? Tað, sum vit senda, eru føroysk innsløg. Málið er bæði føroyskt og danskt.
Skipað varð fyri tíðindafundi á Hotel Hafnia týsdagin, og vóru har eisini umboð fyri teir ymsu stuðlarnar.