Føroyskt poppsavn ávegis

Tann 1. november kemur fløga út, ið ber heitið Popp List. Hetta er savn av góðum føroyskum popptónleiki og ætlanin er, at hetta er fyrsta fløgan í eini røð av savnsfløgum

Vanligt er, at tey kendastu løgini innan popp, rokk, dance ella annan tónleik koma á savnsfløgum, ið eru fløgurøðir.
Í Føroyum eru vit ikki so von við hetta, hóast onkur savnsfløga er komin við føroyskum løgum, men eingin savnsrøð er at finna. Men nú er ein slík ávegis og ætlanin er, at hetta er fyrsta fløgen í eini røð. Ætlanin er at savna kendastu løgini innan popptónleik, ið koma út, og so er eisini gjørligt at gera savn innan ymsar tónlistagreinar, t.d. gospel og annað.
Verkætlanin hevur heitið Popp List og tað eru 3?arin og Tutl, ið samstarva um ætlanina. Fløgan, sum hevur kend nøvn innan føroyskan popptónleik á lepanum, verður á handilshillunum 1. November og ætlandi verður skipað fyri tiltaki í samband við útgávuna tann 31. oktober, frættist úr 3?aranum.
Við á fyrstu Popp List fløguni eru Lena, Taxi, Clickhaze, Brandur Enni, All That Rain, Malan Thomsen, I Am, Mark No Limits, Enekk, Dagfinn & Impulz, Kular Røtur, Frændur, Tangz, Týr, Millum Frændur, Haldurs Café og Stanley Samuelsen