Føroyskt oljufelag í arbeiðshandskarnar

Føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er komið fyri at verða. Men tað ætlar ikki at standa í stað. Niðurstøðan eftir arbeiðsfund í Havn nú um dagarnar er púra greið. Ætlanin er at tvífalda felagið soleiðis at tað innan stutta tíð kann keypa upp onnur feløg, fara inn í onnur loyvi ella keypa upp onnur aktiv. Ambitiónin ella málsetningurin er at gera felagið til ein týðandi "spælara" ella luttakara í oljuvinnuni í Vestureuropa.

Oljuarbeiði
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Tey bæði føroysku oljufeløgini Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni eru alt meira frammi í miðlunum, nú oljutilgongdin við Føroyar og á Atlantsmótinum sum heild gerst meira spennandi og áhugaverd. Feløgini eru rættiliga ymisk og hava ymsar strategiir at virka eftir. Men felags fyri tey er, at tey hava føroyskar íleggjarar umframt teir útlendsku, og at tey hava eyguni vend móti bæði føroyskum øki og umráðum aðrastaðni.

Atlants Kolvetni, sum hevur nøkur ár á baki og eigur stóran skara av føroyskum íleggjarum, hevði sín fyrsta stóra savnanandi arbeiðsfund í farnu viku. Tey 7 fólkini, sum arbeiða hjá felagnum í Havn og í London, hittust øll í Nólsoyar Pállstovu í Havn mikudagin, har tosað varð um komandi stóru avbjóðingarnar og um hvussu farast skal fram víðari.

Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur, at øll starvsfólkini hjá felagnum fyri fyrstu ferð vóru saman til nakrar samanhangandi arbeiðsdagar. Teirra millum vórðu eisini tey fólkini, sum vanliga arbeiða í London, har tey røkja aktivini hjá felagnum har. Tað er so ikki ein og hvør vit her tosa um. Talan er fyrst og fremst um Richard Hardmann, sum í mong ár stóð á odda fyri leiting í Europa hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess men sum nakað herfyri fór frá vegna aldur. Síðani tá hevur hann verið partur av teaminum hjá Atlants Kolvetni og við sær hevur hann tikið onnur roynd fólk sum hann í síni tíð headhuntaði til Amerada Hess, eitt nú tær báðar kvinnurnar, Allison Harding, geolog og Lucy Slater, geofysikara. Uppgávan hjá teimum er at røkja loyvini hjá felagnum bæði í føroyskum og breskum øki. Men tey fylgja so eisini við, hvørji r aðrir møguleikar taka seg upp í Bretlandi.

Hesar fyrstu arbeiðsdagarnar í Havn við øllum serfrøðingunum hjá Atlants Kolvetni vóru mongu loyvini hjá felagnum og eisini nýggju uppgávurnar í bretskum øki viðgjørd. Felagið hevur keypt seg inn í fleiri loyvi á bretska landgrunninum við útbygging fyri eygað.

Sunt grundarlag
Wilhelm Petersen sigur, at forrætningsgrundarlagið hjá Atlants Kolvetni er rættiliga gott og sunt, nú felagið hevur fingið nøkur rættiliga áhugaverd aktiv bæði á leiti- og útbyggingarsíðuni. Nú skulu avgerðir takast um at fara víðari og innan stutta tíð at tvífalda um felagið við antin at keypa upp onnur feløg, fara inn í onnur loyvi ella keypa upp onnur aktiv. Fleiri møguleikar eru og hesir vórðu allir á arbeiðsborðinum hjá felagnum í farnu viku. Ambitiónin ella málsetningurin er, sigur stjórin, at felagið verður ein týðandi spælari í Vestureuropa.

Á arbeiðsfundinum vórðu eisini viðgjørd tey bæði nýggju loyvini felagið fekk tillutað saman við Geysir í 2. útbjóðing á landgrunninum. Hesi eru strategiskt sera áhugaverd. Tey liggja sera tætt upp at loyvum hjá Statoil og ChevronTexaco, sum fara at bora brunnar har í næstu framtíð. So hesir brunnar kunnu lata upp fyri nógvum nýggjum upplýsingum um hetta nýggja leitiøkið á landgrunninum. Virksemi, sum verður í hesum økinum næsta ár, verður tí ótrúliga spennandi fyri okkum eisini leggur Wilhelm aftrat.

Seismikk næsta ár
Atlants Kolvetni fer neyvan at skjóta seismikk í summar. Tað er so væl útliðið, at tað er ikki rætt at skunda nakað ígjøgnum men rættari er at brúka ta neyðugu orkuna og tíðina at tilrættaleggja eitt seismiskt programm til næsta summar heldur. So hetta árið verður brúkt til at leggja til rættis eina rættiliga umfatandi seismiska arbeiðsskrá fyri loyvini á føroyaøkinum næsta ár. Tey bæði feløgini hava eisini neyðugu peningaligu orkuna til at fara undir slíkt arbeiði.

Krøvini til loyvini í 2. útbjóðing eru, at feløgini skulu brúka tey fyrstu fýra árini til at kanna økið væl og virðiliga við seismikki og síðani taka støðu til boringar. Men eingin sigur, at man skal bíða í fýra ár. Man hevur fýra ár at gera hetta arbeiði í og tess betur tað gongur tess skjótari kanst tú taka avgerð um at bora leggur Wilhelm Petersen aftrat.

Dyrnar opnar
Atlants Kolvetni fekk tillutað tvey loyvi í 2. útbjóðing saman við Geysirpetroleum, eisini eitt lutvíst lítið felag. Onkur hevur gitt, at Atlants Kolvetni var ov seint á sjóvarfallinum at koma sær við í loyvi saman við størri feløgunum. Hesum hevur stjórin í felagnum fyrr víst aftur. Og hann stendur við hetta. ?Sjálvandi vilja vit halda dyrnar opnar fyri, at onnur størri feløg kunnu koma við í okkara loyvi men eg loyvi mær at halda, at vit innan fýra ár, tá vit skulu hava tikið støðu til boring, eru so mikið stórt oljufelag, at vit megna hesa uppgávuna. Sjálvandi vil tað vera best at hava eitt felag við sum hevur borikompetansu, men tað nýtist ikki at vera nøkur fyritreyt.

Wilhelm Petersen váttar, at nú virksemi hjá felagnum fer at økjast, so hyggja tey eftir øðrum og størri hølum í Havnini at hýsa framtíðar virkseminum í. Ein møguleiki er at flyta út í bygningin nærhendis Smyril Line, men eisini aðrir møguleikar verða kannaðir.

Uppá fyrispurning hvør munurin er á teimum báðum føroysku oljufeløgunum sigur Wilhelm Petersen, at tey hava hvør sítt konsept. ?Vit í Atlants Kolvetni miðja eftir at forvinna pengar her og nú ? ikki bert frá partaeigarunum men frá egnari inntjening. Tað er tann sunnasti vegurin til vøkstur. So hjá Atlants Kolvetni verður tað ein kombinatión av kapitalhækking og egnari inntjening. Tvs. sjálvir at kunna forvinna pengar og ikki bara byggja á vónir.