Føroyskt nýggja testamenti úr donskum!

Eg mundi fingið døguran í ranga strúpan nú ein dagin, tá ið eg hoyrdi í tíðindunum, at nýggja testamenti ikki skal týðast úr griskum

Talan er um nýggju týðingina av nýggja testamenti, sum skal lagast til ungdómin og nútíðina. Eg haldi at tað er ómetaliga løgi, at tá ið ein partur av bíbliuni, sum er skrivaður á griskum, ikki verður týddur úr frummálinum til føroyskt.
Bergur Debes Joensen segði, at núverandi leistur var ov tungur, tí mátti leggjast á annan bógv. Nú skal nýggja testamenti ikki týðast úr frummálinum, men eftir einari aðrari týðing, sum longu er gjørd av griska tekstinum. Týðingin skal helst gerast úr einum av teimum norðurlendskum málunum sambært Bergi Debes Joensen.
Eg havi nú í yvir fýra ár stríðst fyri, at kunna fáa møguleika, at gerast prestur í Føroysku fólkakirkjuni. Ein av mínum størstu forðingum er, at eg ikki havi havt latín undir guðfrøðislestrinum. Eg má siga, at tað undrar meg, at eg veri kravdur eftir latíni, men nýggja testamenti, sum Føroyska fólkakirkjan saman við øðrum skal týða, ikki verður týtt úr frummálinum.
Bíblian, sum er grundarlagi, ið kirkjan byggjur á, skal týðast úr donskum ella øðrum norðurlenskum málið, men prestarnir, sum skulu virka í kirkjuni skulu duga latín. Tey flestu vita, at bíblian er skriva á hebraiskum og griskum málið, tí tikist tað løgi, at prestar noyðast at duga latín, men bíbliuna kunnu vit bara taka og týða úr donskum. Eg haldi tað vera løgi, at ein leggur so stóran dent á latíni, tá ið ein fer so lættliga um, tá ið kirkjunar grundarlag skal týðast. Her er okkurt, sum ikki hongur saman!