Føroyskt Meistaraheitið fyri Ung (FMU)

Fyri fyrstu ferð verður skipa fyri kapping um føroyameistaraheitið innan frælsan ítrótt fyri ung. Hetta verður leygardagin 12. august á Svangaskarið.

Kappast verður í fylgjandi bólkum:
Gentur og dreingir 10-11 ár (fødd 1995-96) kappast í 60m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 12-13 ár (fødd 1993-94) kappast í 80m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 14-15 ár (fødd 1991-92) kappast í 100m, 300m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 16-17 ár (fødd 1989-90) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 18-19 ár (fødd 1987-88) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.

Allir føroyingar, sum eru limir í einum av feløgum undir FÍF kunna luttakað.

Tilmelding ferð fram á www.athletics.fo. Seinasta freist fyri tilmelding er mikukvøldið 9. august. Tað er ikki gjørligt at melda til á staðnum.