Fjepparar
Manchester United ella Liverpool. Tað tykist ofta vera stóra trætumálið, tá fótbóltshugaðir føroyingar tosa um enskan fótbólt. Sjálvandi eru eisini tey, sum halda við eitt nú Arsenal, Chelsea, Aston Villa ella Tottenham, men skal tosast um, hvørji feløg hava flest viðhaldsfólk her á klettunum, so er tað uttan iva tey bæði fyrst nevndu. Ivaleyst eisini tí hetta eru feløgini, sum hava duga best at savna inn heiðursmerkir seinastu fjórðingsøldina.
Føroyskt felag
Seinastu tíggju árini hava tað uttan iva verið tey hjá Manchester, sum hava havt mest at reypa um, men tað verður helst skjótt, at Liverpool-fólkin í øllum førum á einum øki hava meira at breggja sær av. Skalt tú skrásetast sum Machester United fjeppari í Føroyum, so kann hetta lættast gerast við at seta seg í samband við norðurlendsku deildina av supporters-branch, sum skipaðu fjeppararnir nevna seg, men tað verður ikki neyðugt, um tú skalt rópa á Liverpool.
Her skal nevnliga vera møguligt at tekna seg í ein føroyskan Liverpool-club. Ein sum enntá hevur fingið blátt stempul beinleiðis av Anfield Road.
Tað eru teir báðir vestmenningarnir, Barry Bláhamar og Ellindur Olsen, sum hava tikið stig til nýggja felagið. Nakað væl av fyrireikan er farin fram undan hesum, og millum annað hava teir verið í sambandi við skrivstovuna hjá felagnum fyri at finna útav, hvat krevst fyri at seta eitt slíkt felag á stovn. Eitt av hesum krøvum eru, at í minsta lagi 25 komandi limir vera við á stovnandi aðalfundinum, og hetta rokna teir báðir við fer at bera til. Her skal viðmerkjast, at fyri at gerast sjálvstøðugur limur, so er tað krav, at viðkomandi er 16 ár, men børn undir hendan aldur kunnu tó tekna seg, um tey eru í felag við einum vaksnum persóni.
Eisini er kravt, at áskoðarafelagið skal hava eina sonevnda stam-pub, og tað fær nýggja felagið eisini við Bryggjuna í Vestmanna, sum Barry frammanundan eigur og rekur. So hetta var ikki nakar trupulleiki, skilst á lagnum.
Spennandi fyrimunir
Tað verður so eisini á Bryggjuni, at stovnandi aðalfundurin verður, og hetta verður sjálvsagt gjørt í samband við ein fótbóltsdyst. Enska kappingin liggur still hetta vikuskiftið, men avgerandi landsdysturin millum Turkaland og Onglad (við fleiri Liverpool-leikarum) er á skránni, og hesin verður sendur beinleiðis kl. 18.00. Fundurin sjálvur er settur at byrja klokkan 16.00.
Og tað eru fleiri fyrimunir hjá teimum, sum tekna seg sum lim í áskoðarafelagnum. Sum skrásett viðhaldsfelag hevur felagið heimild at skipa fyri ferðum til Anfield Road, og umvegis limaskap sín vera tryggjað atgongumerki til dystirnar. Hartil er eisini møguleiki fyri, at gamlar Liverpool-kempur av og á koma á vitjan hjá stuðlunum, og hvør veit, kanska verður sjálvt liðið eisini at síggja í dysti á føroyskari grund fyrr ella seinni?