Tónleikurin á fløguni er ein forkunnug samanseting av rapp, hip hop og akkustiskum tónleiki. Fløgan hevur sambært Thor sjálvum verið leingi ávegis. Hon er framleidd og innspæld í Føroyum, Danmark og Kanada, har hann hevur búð saman við familjuni. Tískil er fløgan úrslit av einari fjølmentanarligari bakgrund.
Thor hevur skrivað, komponerað, tikið upp og ljóðblandað øll løgini. Á fløguni eru 16 løg, og meginparturin av tekstunum eru á enskum. Thor er ættaður úr Føroyum, Noregi og Danmark. Í løtuni býr hann í býnum Iqaluit í Norður Kanada. Thor sigur seg ikki hava sætt nakran føroyskan "urban" tónleik og vónar tískil, at tey ungu fara at dáma hansara tónleik. Ikki minst tí at tónleikurin er gjørdur av einum, ið er úr Føroyum.
Fyrsta útvarpssinglan av fløguni eitur "Back it up" og Thor arbeiðir harumframt eisini við sjónbandalagið til singluna.









