Føroyskt grót til útflutnings

Í løtuni tykist nógv virksemi at vera á Grótvirkinum í Skopun

Snorri Brend

Nakað herfyri sóust fleiri 8-kantaðar grótsúlur úr føroyskum gróti liggja uttanfyri bygningin. Hesar súlurnar skuldu latast Statoil, sum fer at bora á landgrunninum til várs aftur.
Grótsúlurnar skuldu síðani nýtast at kanna grótið her, fyri at vita hvørjar borikrúnur eru best egnaðar. Tann kanningin verður gjørd í Houston í Texas, skrivar Sandoyarportalurin.
Grótvirkið framleiðir bæði úr føroyskum gróti og útlendskum granitti. Ein av sera væl umtóktu framleiðslum teirra eru brotflísar úr betongi og borðplátur úr føroyskum ella útlendskum gróti.