Hóast landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, ikki fekk seg at trúgva tí, var tað veruleiki, at Útvarp Føroya longu fekk hendur á Hvítubók í gjár; fimm dagar áðrenn hon átti at verið almannakunngjørd.
Tískil komu landsstýrismaður og umsiting til ta niðurstøðu, at nú skuldu allir fjølmiðlar hava niðurstøðupartin av Hvítubók, og seinnapartin í gjár komu fjølmiðlafólk, kropp á kroppi, inn á skrivstovuna eftir tí kápuleysu útgávuni.
Royna at flyta fokus
Høgni Hoydal, landsstýrismaður ivast ikki í, at talan er um ein politiskan leka, ið er orsøkin til at útvarpið longu kann endurgeva brot úr Hvítubók.
? Eg fari ikki at gita, hvaðani lekin stavar, men eg rokni við, at tey ið standa aftanfyri hava áhuga í at fáa fokus burtur frá fullveldinum, sigur Høgni Hoydal.
? Tilfarið er farið út til fleiri fólk, og tí er sjálvandi altíð ein vandi fyri, at okkurt lekur út. Eg vónaði, at fólk vóru somikið at sær komin, at tað ikki hendi, men tíverri hildu tær vónirnar ikki, sigur Høgni Hoydal, og vissar um, at hóast talan kanska er um royndir at avspora orðaskiftið um Hvítubók, fer hetta ikki at eydnast?
? Tað týdningarmiklasta er, at høvuðsmálið og heildin verða viðgjørd, og ikki einans einstakir partar verða tiknir burturúr?
Fullveldi er frægast
Áðrenn blaðið fór til prentingar bar ikki til at viðgera niðurstøðurnar nóg nágreiniliga, men tað skilst á teimum 162 síðunum, at nógv hin størsti parturin snýr seg um fullveldi, og ikki sum tíðindini í útvarpinum bóru brá av, at talan er um fleiri nágreiniliga lýstir valmøguleikar.
Fýra ríkisrættirligir broytingarmøguleikar verða nevndir í Hvítubók. Tríggir teirra: At byggja samstarvið landanna millum á núverandi heimastýrislóg; at fáa víðka heimastýri staðfest í donsku grundlógini, ella at fáa víðfevnt sjálvstýri undir donsku grundlógini, verða ikki mettir at megna at loysa politisku trupulleikarnar millum Føroyar og Danmørk.
Hinvegin bendir Hvítabók á tað borðið, at politsku trupulleikarnir í Føroyum best verða loystir, um føroyingar velja at standa uttanfyri donsku grundlógina, og t.d. skipa seg í frælsum felagsskapi við Danmørk, ið gongur heilt fram at fullveldinum.
Blokkurin burtur uttan sparingar
Fyribils metingar í bókini benda á, at tað verður torført at fáa grundlógarbroytingar, ið viðvíkja Føroyum, framdar í Danmørk, og at tað m.a. av hesari orsøk er best at sleppa sær úr henni.
Tað sum sambært Hvítubók er serliga áhugavert er, at undir ávísum fortreytum, og um ein varin og langsiktað búskaparpolitisk kós verður stungin, ber til at skera blokkstuðulin burtur uttan at fremja beinleiðis sparingar.
Høvuðsmálið er suverenitetur
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, sigur, at tíðindindi, sum bórust í útvarpinum á miðdegi í gjár, bert vóru brotpartar av heildarútgreiningini í Hvítubók.
? Stórur dentur varð lagdur á tann partin av bókini, ið viðger skipanir, sum eru ímillum fullveldi og heimastýri. Annars viðger Hvítabók fullveldi, og høvuðsniðurstøðan er, at fullveldi er einasta leið, ið gevur allar møguleikar, sigur Høgni Hoydal.
?Meginarbeiðssetningurin hjá sáttmálabólkinum var at lýsa, hvussu vit vera fullkomuliga sjálvbjargin, men harumframt fekk nevndin boð um at kanna aðrar møguleikar, ið liggja ímillum núverandi skipan og tað fullkomuliga sjálvbjargni. Serliga tí so nógv kjak hevur verið um hesi viðurskifti. Hetta er tað sum útvarpið hevur lagt stóran dent á í sínum tíðindum, sigur Høgni Hoydal og leggur afturat, at hinir 9 tíggundapartarnir, ið viðgera høvuðsspurningin um suverenitet ella ikki als ikki eru komnir fram enn.