Føroyskt fuglaberg í stórum sjódjórasavni

Størsta sjódjórasavnið í Norðurevropa, Den Blå Planet á Amager í Keypmannahavn í Danmark, letur dyrnar upp í dag.

Savnið fevnir um ikki færri enn 20.000 livandi djór, millum hesi føroyskar fuglar og fiskar. Eitt føroyskt fuglaberg er nevniliga partur av savninum. Hetta er 15 metur høgt og har kunnu bæði lundar, lomvigar og aðrir føroyskir fuglar upplivast í berginum, luftini og undir havskorpuni, har tú kanst eygleiða fuglarnir gjøgnum glasrútar, umframt at tú eisini síggja bæði steinbít, kalva og annan fisk, sum vanliga svimur í føroyskum sjógvi.

Den Blå Planet er avloysarin hjá Danmarks Akvarium, sum hevur ligið i Charlottenlund norðan fyri Keypmannahavn síðani 1939. Nýggja sjósavnið er 10.000 fermetrar innanveggja og hevur 2000 fermetrar aftrat uttanfyri. Savnið telur 53 hylar, sum tilsamans rúma sjey milliónir litrar av vatni.

Føroyska fuglabergi er ein av fimm nýggjum deildum, men enn eru ikki allir fuglarnir komnir til fuglabergi, hóast sjósavnið lat upp í dag.

Tað er arkitekturin Kim Herforth Nielsen frá 3XN, sum hevur staðið á odda fyri bygginini, ið er tað dýrasta í donsku søguni. 700 milliónir kostaði tað.

Mynd: Í gjár varð nýggja sjósavnið vígt av drotningarhjúnunum, og í dag letur Den Blå Planet upp fyri almenninginum