Føroyar verða viðhvørt kallaðar tað svarta fárið í ríkisfelagsskapinum. Men nú tykist tó sum danir kortini hava tikið hendan vargaseyðin til sín, tí herfyri rann føroyska ølið »Black Sheep« frá Føroya Bjór fyri fyrstu ferð úr einum donskum krana
Tað myrka ølið »Black Sheep« frá Føroya Bjór, sum føroyingar hava kunnað keypt í nøkur ár, er nú eisini at fáa á fati í Danmark.
Tann 1. februar, á sjálvum degnum hjá halgimenninum Brigidu, sum á sinni gjørdi vatnið til bjór, rann Black Sheep fyri fyrstu ferð úr krananum á Charlie?s Bar í Pilestræde 33 í Keypmannahavn.
Black Sheep er bryggjað av malti, humlu og føroyskum vatni. Ølið er meira aromatiskt og hevur meira smakk enn tað vanliga veðraølið. Men veðrurin gongur aftur í navninum og merkinum, og nú er tann svarti seyðurin so eisini leysur í Keypmannahavn.