Bogi Eliasen
cand.scient.pol
???????
Fólkatingsval er. Í mun til okkara løgtingsval, so umfatar fólkatingsvalið øll trý londini í Ríkisfelagsskapinum. Føroyar eru eitt val-dømi til fólkatingsvalið og verða tvey av teimum til-samans 179 umboðum vald í Føroyum.
Í mun til løgtingsvalið, har vit velja okkara umboð at sita í Tinghúsinum mitt í høvuðstaðnum mitt í okkara egna landið, senda vit fólk av landinum at luttaka í fólkatingsarbeiðnum. Hetta er parturin av at vit eru í einum ríkisfelags-skapi, og soleiðis fáa vit ávirkan á ikki yvirtikin málsøkir í Ríkisfelags-skapinum. Men hóast vit hava okkara egnu skipan, heimastýrisskipanina, sum vit sjálvi varða av, og har yvirtikin málsøkir eru okkara, í hvussu so er innlendisparturin, so eru lim-irnir sum vit velja í Fólka-tingið, fullgyldugir limir og ikki á nakran hátt avmark-aðir. Henda atgongdin til danska parlamentið, er somuleiðis danska grundgevingin fyri, at Føroyar og Grønland eru ein sam-runnin partur av danska ríkinum.
Flokkssamstarv
At vit velja limir í danska fólkatingið, merkir ikki at føroysku evnini eru ein samanrunnin partur av donsku flokksskipanini. Sambandsflokkurin, Fólka-flokkurin og Javnaðar-flokkurin hava tó søguliga arbeitt saman við flokkum á Fólkatingið. Javnaðar-flokkurin hevur søguliga havt eitt tætt samstarv við danska Socialdemokratiet, men Jóannes Eidesgaard valdi at standa uttanfyri frá 1998-2001.
Sambandsflokkurin samstarvar við Venstre og er vanligt, at um Sambands-umboð verður valt á Fólkating, so fer tað beint í valbólkin hjá Venstre, eins og Lisbeth L. Petersen hevur gjørt hesa seinastu valsetuna. Fólkaflokkurin hevur samstarv við Konservative, og hevur eisini tikið lut í teirra bólki. Tað forvitnis-liga við hesum samstarvum er, at í stevnuskráðum minna Fólkaflokkurin og Venstre almikið um hvønn annan, eins og Konservative og Sambandsflokkurin gera tað. Tí kann sigast, at samstarvið er meira ein søgulig tilvild, at Venstre og Sambandsflokkurin hava samstarvað síðan byrjanina av hini øldini, meðan Fólkaflokkurin ikki bleiv stovnaður fyrrenn nakað seinni.
Ikki sama floksskipan
Men hóast samstarv hevur verið, merkir tað ikki at flokkarnir eru teir somu. Flokksmyndin í Føroyum og í Danmark er als ikki tann sama og hevur heldur ikki verið tað, helst í tjóðskaparspurninginum sum størstu orsøk.
Tjóðveldisflokkurin hevur ofta verið ivasamur, um flokkurin skal stilla upp til Fólkatingsval, tí endamál floksins er at sleppa undan Fólkatinginum. Men nú hevur flokkurin valt at brúka hesa umboðan fyri at røkka máli sínum.
Broyting
Eftir míni meting er tí vert at leggja til merkis, at fólkatingsvalið í Føroyum hevur broytt seg seinastu árini. Fyri bert fáum árum síðan var ongin ivi um at umboðini fóru beint inn í donsku flokkarnar at samstarva fyri at fáa ávirkan. Ikki er bert tað eina dømi, at føroyskur fólkatings-maður hevur verið tungan á vágskálini, tá rein donsk mál skuldu avgreiðast. Av teimum meira stuttligu og sjónligu kann nevnast, at Óli Breckmann tryggjaði politiska meirilutan handan stovnsetanini av TV2. Hin-vegin kann sigast at hann við hesum avtók ein einkarætt, sum hóskar væl til hansara politisku áskoðan.
Ymiskt er, hvussu umboðini vald í Føroyum hava valt at arbeiða. Tað er frá at vera heilt vanligur limur í einum tingbólki og møguliga tann vegin sleppa framat nevndarsessum og avgerðum, til at standa uttan fyri, sum m.a. Jóannes Eidesgaard gjørdi, og so tað at stovna ein serstakan bólk, sum stovnanin av Norðuratlantsbólkinum var, eitt samstarv millum tveir grønlendskar og ein føroyskan flokk. Javnaðar-flokkurin hevur sagt, at samstarv sum Norðuratlantsbólkurin er eitt gott hugskot.
Danska valstríðið ikki ans
Men lítið er at ivast í, at danska politiska spælið ikki er nakað sum føroyingurin fylgir við í, og er tað heldur ikki tað, val-stríðið í Føroyum snýr seg um. Hyggja vit eftir val-evnunum, sum eru frammi í dag, sæst at eingin samanhangur er millum valstríðini í Danmark og Føroyum. Evnini sum fram verða tikin, hava einki samband við hvørt annað. Í Danmark verða Føroyar og Grønland slett ikki nevnd. Men hetta kemst eisini av, at politikkurin koyrur í tveimum blokkum, soleiðis at talan eins væl kundi verið um tveir flokkar, og munurin í veljakanningunum er so mikið stórur, at føroysku og grønlensku umboðini ikki gera mun. Afturat kemur, sum Hans Engell vísti á í blaðnum í gjár, at donsku flokkarnir eru stórt sæð samdir um politikkin mótvegis Føroyum.
Føroyar og Grønland kunnu gerast áhugaverdari, tá talan gerst um at skipa stjórn og brúk er fyri umboðunum. Tá Uffe Ellemann tapti móti Nyrup í 1998, vísti hann á at Føroyar við at velja ein javnaðarmann í veruleikanum avgjørdu valið til fyrimuns fyri Nyrup.
Almenn føroysk umboð?
Seinasta árið hevur leikluturin hjá føroysku fólkatingsumboðunum javnan verði havdur á lofti. Hvørja ábyrgd hava teir, og kann Landsstýrið krevja nakað av teimum?
Fólkatingsvalið er fyri Føroyar talan um at velja tvey politisk umboð í danska parlamentið, Fólkatingið. Hesi verða vald í valdøminum Føroyar, sum eigur rætt til at senda tvey umboð, og í samband við fólkatingsval, eru Føroyar tá eitt valdømi. Vanligt er at føroysku flokkarnir stilla upp til valið og koyra flokkspolitiskt valstríð. Reint tekniskt hava umboðini onga serliga ábyrgd mótvegis Landsstýrinum, men umboða sínar veljarar. Søguliga hava trupulleikar staðist av hesi fatan, tí fólkatingsumboð ofta hava sitið í andsstøðu til samgonguna á tingi í Føroyum, og tí á fólkatingi illa kunnu sigast at vera longdi armurin hjá Landsstýrinum. Kravdu vit hetta av fólkatingsumboðum okkara, hevði vandin verið at politisk taktiskt spæl hevði verið vovið inn í hetta samstarv. Umframt er neyðugt at minnast til, at Fólkatingið einki hevur við Løgtingið at gera, men at talan er um tvær atskildar skipanir.
Er ynski um, at føroysku umboðini skulu umboða samgonguna og Lands-stýrið í Fólkatinginum, mugu vit umskipa valið soleiðis, at talan ikki verður um beinleiðis val, men at antin Løgtingið velur umboð millum sínar limir ella at Landsstýrið útnevnir umboðini. Um so var, bar til beinleiðis at krevja av føroysku fólkatingsumboð-unum, at tey arbeiddu fyri føroysku samgonguna. Hetta er ein leistur vit kenna frá týsku federalu skipanini.
Danska valið 05
Føroyska valið gleðir meg, tí tað er meiri seriøst enn undanfarin fólkatingsval, og í størri mun hevur tikið álvarsmál fram, serliga Føroyar og ES, men eisini hvat fólkatingsumboðanin skal brúkast til. Nevnt hevur verið, at síðan hetta Landsstýrið bleiv skipað, skuldu róligari viðurskifti vera landanna millum. Hetta valið hevur í nógv størri mun grundleggjandi spurningar um hvat Føroyar skulu gera í framtíðini, enn undanfarin val hava gjørt, og allir flokkar tykjast samdir um, at tað ikki ber til bert at sita hendur í favn og bíða. Her verður serliga hugsað um okkara viðurskiftir við ES, av-leiðingina av at Danmark fer longur inn í ES samstarvið, og Føroyar og útheimurin.
Vavgreytur av vallyftum
Hinvegin er valstríði í Danmark ein vavgreytur av vallyftum. Fleirflokkaskipanin sæst næstan ikki aftur, tí fjølmiðlarnir hava valt at varpa alt ljós á mest sannlíku forsætismálaráðharrarnar Fogh og Lykketoft. Tann blokkpolitikkur sum hevur eyðkent seinastu samgonguna stýrir, og smáir miðflokkar eru um als ikki til at koma á Fólkating. Teir hava eisini sera torført at koma fram í fjølmiðlunum. Harafturat er, at flokkarnir hava lagt seg eftir miðjuni fyri at fáa valdið. Stórur munur er ikki á tí, flokkarnir vilja. Tað tykist ikki sum nakar serligur grundleggjandi munur er á flokkunum, hvussu teir vilja hava sam-felagið. Munurin er heldur, hvussu tað skal gerast. Sum dømi kann nevnast, at DR spurdi fleiri valevnir um nøkur vallyftir, sum komin vóru fram, hvønn flokk hesi lyftir hoyrdu til. Hetta bar teimum ikki til, tvs. tey kundu ikki við at hyggja eftir lyftunum siga, at hesi hoyrdu til tann ella tann flokkin.
Harafturat er valið danska vorðið eitt stríð um stór vallyftir. Einki tykist óført, og minnir ikki sørt um eitt lítið oyggjaland í 1980?unum.
Fólkatingsvalstríðið í Danmark snýr seg so at siga bert um danskan innanríkispolitik, ikki eitt orð um Føroyar ella Grønland og næstan einki um ES. Heldur ikki var nakað um donsku luttøkuna í Irak. Men nú hevur Lykketoft so sagt, at hann ynskir at taka donsku hermennirnar úr Irak, og heldur vil hann brúka fíggjarligu orkuna til menningarhjálp í Irak.
Sama val?
Sigast kann, at Fólkatings-valið í Føroyum og í Dan-mark ikki tykjast at verða sama val, um hugt verður eftir valstríðunum báðum. Í Danmark er valið um danskan innanríkispolitik. Í Føroyum um okkara viðurskiftir við Danmark og útheimin, um avleiðingarnar av at Danmark fer longur inn í ES samstarvið, og um okkara møguleikar at handla úteftir.
Í mínum serriti á lærda háskúlanum í Århus, viðvíkjandi viðurskiftinum millum Føroyar og Danmark, kom eg sjálvur til ta niðurstøðu, at Ríkisfelagsskapurin er ein óformlig assymetrisk konfederatión, har Føroyar hava eina ikki heilt útgreinaða støðu. Við at hyggja eftir valstríðunum í bæði Danmark og Føroyum sæst týðiliga, at talan er um tvær ymiskar skipanir, sum tó velja umboð á sama ting. Danska valið minnir um tað vit kenna frá okkara løgtingsvalum, nevniliga innlendis mál, meðan før-oyska valið kanska heldur minnir um eitt federalt val, um hvussu okkara viðurskiftir úteftir skulu skipast.