Føroyskt fíggjareftirlit – ein dýr fullveldisloysn

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, er ónøgdur við útsagnirnar hjá Edmundi Joensen, fólkatingslimi, viðvíkjandi yvirtøkuni av fíggjareftirlitinum, og vil hava undirritaða at rætta tær. Men tað geri eg ikki, tí eg eri púra samdur við Edmundi

Fólkatingsumboð Sambandsfloksins sáar als ikki iva um trúvirði hjá føroysku bankunum, sum Høgni Hoydal annars vil vera við, men hann hevur, eins og restin av Sambandsflokkinum, stórt álit á føroysku bankunum, sum hava megnað at víðkað teirra virksemið útum landoddarnar.

Sjálvsagt liggur ein stórur vandi í at yvirtaka fíggjareftirlitið, og vit eiga at vera sera varin við at órógva hesa vinnugrein, soleiðis at vit bróta niður tað, sum higartil er bygt upp.

Tey evropeisku londini meta seg verða ov lítil og viðkvom tá talan er um at hava sítt egna fíggjareftirlit og tosað alt meira um at hava eitt felags fíggjareftirlit umfatandi øll ES londini. Men Føroya Landsstýri ger tað øvugta. Teirra mál er, aftur hesa ferð, at koma longur burtur frá altjóðagerðini og ístaðin at isolera seg úti í Atlantshavinum.

Havi eisini lagt merki til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum lastar fíggjareftirlitið fyri at hava ábyrgdina av fíggjarkreppuni í 90’unum. Hettar svarar til, at vinnufeløg fara at geva sínum grannskoðarum ábyrgdina fyri, at tey fara av knóranum.

Lat okkum sláa tað fast enn einaferð, at fíggjareftirlitið hevði ikki ábyrgdina av kreppuni. Tað høvdu føroyskir politikarar og eingin annar.

Ríkisfelagsskapurin er tað sama sum trúvirði og kredittvirði, men hetta krevur sjálvandi, at vit hava politikarar sum ikki arbeiða við proppum í oyrunum og bindi fyri eyguni. Hetta verður ikki sagt fyri at ákæra nakran ávísan, men heldur fyri at staðfesta, at tað er hent fyrr, og tað kann henda aftur, um vit sum politikarar ikki duga at taka móti góðum ráðum frá teimum, sum arbeiða innan eitt nú bankavinnuna.

 

Hvat er endamálið?

Stóri spurningurin, sum mong seta sær er, hví landsstýrið vil byggja eitt nýtt fíggjareftirlit upp, tá vit frammanundan hava eitt vælvirkandi fíggjareftirlit, sum útlendskir lánveitarar hava stórt álit á? Tað kann ikki vera fyri at hjálpa bankunum, og tað kann heldur ikki vera fyri at styrkja um álitið á føroyska búskapin. Heldur er talan um misskilta nationalismu, har tað trygga verður býtt um við tað óvissa.

Her mugu vit siga, sum sagt verður innan ítróttin: “never change a winning team”.